27. oktober 2014

Aftur um politiska leiktjaldið í nýggjari bók eftir Edmund Joensen

Í nýggjari bók sigur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen fyri fyrstu ferð frá egnum upplivingum, politiskum lívi og virksemi sum føroyskur politikari á Christiansborg. Semjur og stríð, lógarsmíð, avtalur og truplar avgerðir, taktisk støðutakan, valstríð og stuttligar løtur eru við í bókini, sum eisini tekur lesaran aftur um politiska leiktjaldið


Hósdagin 6. november 2014 kemur ein bók út, ið má metast at vera forkunnug í Føroyum. Bókin er frá og um ein av Føroya royndastu politikarum: Edmund Joensen, fólkatingsmann fyri Sambandsflokkin.
 
Hóast Edmund hevur drúgva og hendingaríka politiska fortíð, er ikki talan um ævisøgu ella endurminningar. Tvørturímóti er innihaldið nýtt og aktuelt fyri føroyingar og Føroyar í dag.
 
Okkara maður á Christiansborg
Nýggja bókin eitur "Okkara maður á Christiansborg", og hon hevur høvuðsfokus á arbeiðið hjá Edmundi Joensen í Fólkatinginum seinastu tvey valskeiðini.
 
Semjur og stríð, lógarsmíð, avtalur og truplar avgerðir, taktisk støðutakan og annað mangt er við í bókini, ið gevur lesaranum eitt spennandi innlit í tað, sum fyriferst handan politiska leiktjaldið á Borgini og á politisku leiðini millum Føroyar og Danmark.
 
Fólkatingsmaðurin við teimum drúgvu royndunum varpar ljós yvir politiska landslagið. Hann setur spurnartekin við politikk og samfelag og hevur boð uppá loysnir og gongdar leiðir fyri Føroyar og føroyingar.
 
Rúm er eisini fyri persónligum upplivingum, góðum og minni góðum tilburðum.
 
Í stuttum er "Okkara maður á Christiansborg" ein opin og erlig frásøgn frá einum politiskum stríðsmanni.
 
Forsølan er byrjað
Tann nýggja og forkunnuga bókin er 308 blaðsíður, og allar myndir eru í litum. Bókin kostar 285 krónur.
 
Longu nú kann hon bíleggjast í forsølu.
 
Tað gerst við at flyta 285 kr. á konto í BankNordik nr. 6460 - 0005353744. Navn og bústaður mugu viðmerkast við flytingini.
 
Tey, sum bíleggja í forsølu, fáa bókina útborna og vera millum tey fyrstu, ið síggja hesa forvitnisligu bók.
 
Útberingin er ókeypis fyri tey, sum keypa á henda hátt.
 

Meira:

Umslagið til bókina

Tíðindaskriv um bókina (pdf)