Semjusøkjandi samstarvið í Ríkisfelagsskapinum røkkur longst, og í seinna enda ber tað í sær stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar.
Sambandsflokkurin er einasti politiski flokkur í Føroyum, sum heilhjartaður gongur inn fyri, at Føroyar eiga eitt náttúrligt pláss í Ríkisfelagsskapinum.
Av tí sama er tað eisini náttúrligt, at flokkurin hevur umboð í Fólkatinginum.
Í Ríkisfelagsskapinum eru nógv fleiri fyrimunir enn vansar fyri Føroyar og føroyingar. Í tí sambandi er ríkisborgaraskapurin sentralur. Við ríkisborgaraskapinum fylgir ein røð av virðismiklum rættindum, sum føroyingar eiga á jøvnum føti við allar aðrar borgarar í ríkinum.
Ein høvuðsuppgáva hjá fólkatingsumboðan Sambandsfloksins er at samstarva við flokkar og ráðharrar um at verja vunnin rættindi og at vinna Føroyum og føroyingum nýggj rættindi og fyrimunir í samstarvinum við Danmark og Grønland.
Í dagliga politiska arbeiðinum fylgir fólkatingslimurin við og ávirkar mál - stór sum smá - ið hava týdningi fyri Føroyar. Ein onnur uppgáva er at kunna allar relevantar partar um føroysk sjónarmið og áhugamál.
Anna Falkenberg er forkvinna í Føroyanevnd Fólkatingsins, ið viðgerð øll føroysk mál í Fólkatinginum. Anna Falkenberg er eisini limur í uttanríkispolitisku nevnd Fólkatingsins. Har hevur hon ávirkan á og innlit í uttanríkis- og verjupolitikkin, sum Fólkatingið og stjórnin reka, eisini vegna Føroyar. Eisini er hon limur í Grønlandsnevndini, arktisku delegatiónini, rættarnevndini og Norðurlandaráðnum
Grundhugsanin aftanfyri sambandspolitikkin í Fólkatinginum er, at tað er hitt semjusøkjandi samstarvið, ið røkkur longst, og í seinna enda ber tað í sær stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar.
Nógv ítøkilig úrslit eru komin burtur úr semjusøkjandi arbeiðinum á Fólkatingi. Skrivstova Sambandsfloksins á Fólkatingi er sera virkin, og har starvast fakfólk við førleikum, ið stuðla væl upp undir politiska arbeiðið hjá fólkatingsliminum.
Sambandsflokkurin samstarvar við Vinstra í Fólkatinginum. Tað gevur praktiskar fyrimunir og politiska slagkraft at samstarva við næststørsta politiska flokk Danmarkar.