12. februar 2021

Spurningur til ráðharran um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum

Edmund Joensen hevur sent ein §20-spurning til ráðharra í norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller Mortensen. Hann vil hava at vita, um ráðharrin stuðlar føroyska ynskinum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

 

Síðani 1970 hava Føroyar verið limur í Norðurlandaráðnum sum ”sjálvstýrandi øki” og ikki sum fullur limur. Løgtingið hevur fleiri ferðir einmælt samtykt, at Føroyar eiga at søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, og fleiri landsstýrir hava tí biðið Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið um at taka støðu til hetta ynskið.

Júst nú liggur ein umsókn um fullan limaskap á borðinum í Norðurlandaráðnum, sum væntandi verður viðgjørd í ár, og Edmund Joensen hevur tí spurt ráðharra í norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller Mortensen, um hann ætlar at taka stig til at stuðla hesum føroyska ynskinum.

Lesið allan spurningin her