05. mars 2021

CPR-nummar og NemID kunnu nú útvegast úr Føroyum

Nú er gjørligt hjá føroyingum at útvega sær CPR-nummar og NemID úr Føroyum hjá Ríkisumboðnum. Les her, hvussu tú bert teg at við tí.

Sum nakað nýtt er ikki longur neyðugt at vera staddur í Danmark fyri at fáa útflýggjað CPR-nummar og NemID. Hetta kann nú gerast skjótt og lætt við at venda sær til Ríkisumboðið í Føroyum, sum er statt í Tórshavn.

Við einum cpr-nummarið og ikki minst einum NemID, gerst tað munandi lættari hjá føroyingum, ið skulu til Danmarkar í lestrar-, arbeiðs-, ella sjúkraørindum til dømis at søkja um lestrarstuðul ella at verða skrásettur í viðkomandi skipanum.

Hetta er eitt mál, sum Sambandsflokkinum hevur arbeitt við í nógv ár, og tað er at fegnast um, at hetta málið loksins er komið á mál, og at føroyingar nú kunnu útvega sær bæði CPR-nummar og NemID úr Føroyum.

Soleiðis fært tú eitt CPR-nummar
Um ein ynskir at útvega sær eitt CPR-nummar, er neyðugt at bíleggja sær eina tíð hjá Ríkisumboðnum og møta upp til ásettu tíð.

Týdningarmikið er at hava samleikaprógv við, og útflýggjanin er treytað av donskum ríkisborgaraskapi og bústaði í Føroyum.

Soleiðis fært tú eitt NemID
Útflýggjan av NemID er treytað av, at eitt CPR-nummar er útvegað frammanundan.

Bílegg tíð hjá Ríkisumboðnum, kanna krøv til samleikaprógv hjá Ríkisumboðnum og møt upp til ásettu tíð.

 

Samband við Ríkisumboðið í Føroyum 

Amtmannsbrekkan 6, 100 Tórshavn

Tlf. 201 200

T-postur: ro@fo.stm.dk