01. juni 2014

VIDEO: Lættari at vera ríkisborgari

Tað skal vera lættari og smidligari at reka forrætning og vinnu, at flyta, arbeiða og lesa tvørtur um landamørkini í Ríkisfelagsskapinum. Her er eitt videoklipp, sum greiðir frá, hvussu hetta skal gerast

Fólkatingsmaðurin fyri Sambandsflokkin, Edmund Joensen, hevur tikið stig, at Fólkatingið nú hevur álagt stjórnini at gera tað lættari at vera ríkisborgari.

 

Stjórnin skal finna, burturbeina og fyribyrgja sonevndar markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum, so tað gerst lættari hjá føroyingum, grønlendingum og danskarum at flyta seg væl og smidliga um landamørkini.

Fyri føroyingar skulu m.a. hesi viðurskifti koma í rættlag:

  • Tey, sum skulu flyta til Danmarkar ella út um Danmark í lestrarørindum e.l., skulu hava atgongd til danskt cpr-nummar og NemID UTTAN at at verða noydd til at flyta til Danmarkar frammanundan ella møta persónliga á Borgerservice
  • Tey, sum arbeiða  uttanlands, skulu ikki longur bæði gjalda fyri sosiala trygging í landinum, har ið teir arbeiða, og heima í Føroyum
  • Tey, sum vilja flyta sína pensjón úr Danmark til Føroya, skulu sleppa undan at gjalda avgjald til statin

  •  

    Fyritøkur, felagsskapir og einstaklingar í Føroyum eiga at fáa atgongd til serliga føraraloyvið, so tey frítt kunnu koyra í stórum akførum í ES-londum

  • Føroyska koyrikortið skal geva atgongd til altjóða koyrikort

  • Føroyingar við fyritíðarpensjón, sum flyta til Danmarkar, skulu ikki søkja um fyritíðarpensjón av nýggjum 

  • Sonevndi dimittend-satsurin skal fáast upp á pláss. Tvs., at føroyingar, sum eru liðugt útbúnir í Danmark, skulu kunna fara til Føroya at leita sær eftir arbeiði eitt skifti - uttan at missa rætt til veiting úr donskum A-kassa.

  • Vunnin frítíðarløn skal ikki missast, um føroyingar velja at flyta til Føroya

  • Og annað mangt

Sambandsflokkurin á Christiansborg gleðir seg til at síggja frágreiðingina, sum stjórnin skal koma við, áðrenn arbeiðið at burturbeina forðingarnar byrjar.

 

Flokkurin fer eisini at fylgja væl við, so stjórnin veruliga framur tað, ið Fólkatingið hevur álagt henni.

 

Niðanfyri er leinkja til videoklipp um, hvussu Ríkisfelagsskapurin skal smidliggerast, so tað gerst lættari at vera ríkisborgari.

 

VIDEO: Lættari at vera ríkisborgari