03. mars 2020
Tóra T. Bærentsen hevur verið í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi. Hon setti sær fyri at kanna, hvussu danskir fólkaskúlanæmingar kunnu fáa størri vitan um Ríkisfelagsskapin. Hon hevur verið runt í Fólkatinginum og spurt politikarar um júst hetta - og teir vóru fúsir at svara, sum sæst í filmsbrotinum.
Tóra T. Bærentsen er føroysk, men uppvaksin í Danmark. Hon veit tí, at fleiri fólkaskúlanæmingar í Danmark vita ov lítið um Føroyar og Ríkisfelagsskapin sum heild.
Hon setti sær tí fyri at spyrja fólkatingslimir, hvussu tey meta, at Føroyar og Ríkisfelagsskapurin kann koma at fylla meira í undirvísingini í donsku fólkaskúlunum.
Fólkatingslimirnir vóru sera áhugaðir í at tosa við Tóru T. Bærentsen um hesi viðurskifti, og í filmsbrotinum hoyra vit Bjørn Brandenborg frá danska Javnaðarflokkinum, Katarinu Ammitzbøll frá Konservativa flokkinum, Søren Espersen frá Danska Fólkaflokkinum, Bertel Haarder frá Vinstra og Edmund Joensen frá Sambandsflokkinum.