15. mars 2014

Vinna og verja rættindi hvønn dag

- Tann, sum heldur, at rættindini eru nakað statiskt, sum livir sítt egna friðarliga lív í onkrari skipan, fer skeivur. Á Christiansborg vinna og verja vit føroysk rættindi hvønn dag, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður í røðu til landsfund Sambandsfloksins 15. mars 2014


Góðu áhoyrarar, góðu sambandsfólk!
 
Ein av teimum stóru amerikansku forsetunum í nýggjari tíð man vera demokraturin Bill Clinton.
 
Í sínari forsetatíð tók hann eina ferð til, at "USA virkar nú einaferð best, tá ið støðugt fleiri hava betri møguleika at liva út sínar dreymar".
 
Hetta eru beinrakin orð, sum eina best lýsa, hvat ið politikkur snýr seg um.
 
Landið virkar best, tá ið fólkið fær livað út sínar dreymar!
 
Hetta er politiski setningurin hjá sambandsfólkum - og hetta er stjørnan, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg stýrir eftir.
 
Tað skal vera trygt, gott og mennandi at vera føroyingur í Føroyum - og ríkisborgari í okkara ríki.
- - -
 
Okkara flokkur hevur havt umboðan á Fólkatingi seinastu stívliga seks árini.
 
Hesin heiður og framíhjárættur at umboða føroyingar á Christiansborg er fallin mær í lut hetta tíðarskeiðið.
 
Uppgávan er spennandi - fyrst og fremst tí, at tað nógva av arbeiðinum gevur góða meining fyri Føroyar.
 
Flokkurin hevur eina væl virkandi skrivstovu - eina bastión á Borgini - sum í praksis arbeiðir við at útvikla ríkisfelagsskapin.
 
Onnur vilja avvikla, men vit útvikla!
- - -
 
Tað gera vit uppá tveir mátar á Christiansborg.
 
Vit VERJA - og vit MENNA - ríkisborgararættindi hjá føroyingum OG rættindi hjá Føroyum í Ríkisfelagsskapinum.
 
Tann, sum heldur, at rættindini eru nakað statiskt, sum livir sítt egna friðarliga lív í onkrari skipan, fer skeivur.
 
Rættindi skulu vinnast og verjast hvønn dag!
- - -
 
Integratiónin í Europasamveldinum setur støðugt dagsskránna suðuri á meginlandinum - og hon merkir eisini okkara arbeiði.
 
Eitt Europa eftir størstu kreppu í nýggjari tíð sleikir síni sár. Europeiskir leiðarar arbeiða við nýggjum felags reglum fyri búskaparstýring, fíggjarpolitikki, fíggjarmarknaði, bankasektori og so framvegis.
 
Felags europeiskir reformar bera náttúrliga í sær, at umstøður broytast í
ES-landinum Danmark, og lógarverkið verður tillagað.
 
Hetta er ikki - sum politisk mótstøðufólk vilja hava tað til - ein hóttan ímóti ríkisfelagsskapinum.
 
Nei - í grundini eru broytingar í Danmark eitt gylt høvi at styrkja og menna OKKARA rættindi í ríkinum og støðu í europeiskum samanheingi.
 
Hetta er ein møguleiki at nýmenna felagsskapin og rættindi - bæði hjá okkum í Føroyum OG hjá teimum mongu túsund landsmonnum okkara, sum búgva í sunnara parti av OKKARA ríki.
- - -
 
Og samstarvið ger mun.
 
Tak europeisku nýskipanina av fíggjareftirlitinum, sum eisini hevur eyguni eftir okkara bankum.
 
Á Borgini halda vit uppá at hava eitt fíggjareftirlit á europeiskum støði, sum verður skipað úr Keypmannahavn. Og hetta er tað, sum verður galdandi, um Danmark fer upp í sonevndu finans-uniónina.
 
Hetta er til tað góða fyri Føroyar.
 
Tak eisini europeisku nýskipanina av innskjótaratrygd.
 
Mitt í ES-integratiónini stríðist Sambandsflokkurin fyri tí rætti, at innistandandi hjá føroyingum - eisini frameftir - skal standa trygt her í okkara bankum.
 
Og soleiðis verður tað.
 
Eisini hetta er til tað góða fyri okkara land og fólk.
---
 
Minst til, at fíggjarligur stabilitetur er ikki nøkur sjálvfylgja.
 
Nei, hann er grundfestur í einum sterkum felags fíggjarøki í ríkinum - OG í okkara egnu evnum at húsast væl.
 
Og júst fíggjarligur stabilitetur er fortreytin fyri tankanum hjá Bill Clinton - at fólkið skal kunna liva út sínar dreymar.
- - -
 
Listin yvir mál, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur arbeitt við og loyst, er langur.
 
Stundir eru ikki at nema við alt.
 
Men eg vil nevna eitt aktuelt mál, sum hevur stóran týdning fyri heilt nógvar føroyingar.
 
Tað snýr seg um at gera tað smidligari hjá fólki og fyritøkum at flyta seg um landamørk í ríkisfelagsskapinum.
 
Vit vilja hava forðingar burtur - markaforðingar, sum vit kalla tær.
 
Stórar og smáar.

  • Tað eigur at verða lættari at taka t.d. pensjónir, pensjónsuppsparing, frítíðarpengar og ymsar veitingar við sær millum londini
  • Vit mugu kunna koyra, keypa og eiga akfør í londunum hjá hvørjum øðrum - uttan at óneyðugar reglur forða fyri tí
  • Føroyingar skulu hava lættari við at útvega sær CPR-nummar og NemID, sum er avgerandi fyri alt samskifti við almenna Danmark

Og so víðari
 
Hetta eru stórar og smáar forðingar, sum irritera og órógva í gerandisdegnum hjá nógvum, sum flyta ímillum Føroyar, Danmark og Grønland.
 
Forðingarnar skulu burtur, og tað vilja vit nú áleggja stjórnini at arbeiða við.
 
Sambandsflokkurin á Christiansborg eigur initiativið - og fyri fyrstu ferð í søguni eru allir vit norðuratlantisku fólkatingslimir felags um eitt uppskot í Fólkatinginum.
- - -
 
Lat okkum eisini fegnast um, at arbeiðið á Christiansborg ber ávøkst:
 

  • Eitt nú, at ein røð av føroyingum, við PHD-gransking her í landinum, hava útvegað vitan og betri forstáilsi fyri lívi í havinum kring Føroyar - tí havinum, sum vit liva av, nú og í framtíðini
  • Og eisini, at eini 50 arbeiðspláss og lønir nú spyrjast burtur úr byggingini av Saltsiloini í Suðuroy

Samstarv í ríkinum gevur úrslit!
 
Og ongin skal ivast í, at Sambandsflokkurin á Christiansborg heldur fram at útvikla tann felagsskapin og ta samstarv, sum onnur vilja avvikla.
 
Samstarvið er - við orðunum hjá Bill Clinton - við til at betra um møguleikan hjá okkara fólki at liva út sínar dreymar.
- - -
 
Lat okkum at enda hyggja oman yvir okkara samfelag og støðuna júst nú.
 
So seint sum í farnu viku segði Búskaparráðið nakrar sannleikar - og nýggjasta búskapar-frágreiðingin er ikki fyri sartar sálir.
 
Samstundis, sum uppisjóvarvinnan og alivinnan hava gyltar dagar, er ongin reellur búskaparvøkstur at hóma.
 
Hall oman á hall á fíggjarlógini í mong ár bera nú í sær eina almenna bruttoskuld uppá uml. seks milliardir krónur.

  • Hvørjar verða avleiðingarnar, tá ið afturgongd verður, og metlágu renturnar aftur fara at hækka?

Svarið er einfalt - tá fer at sansa at í landskassanum!
 
Øll síggja, at støðan er álvarslig.

  • Hvar fór reform-arbeiðið, sum skuldi tálma útreiðslurnar á almenna budgettinum?
  • Hvar eru meir-inntøkurnar, sum skuldu fáa bilbukt við undirskotinum?
  • Hvar er virknaðurin af flatskattinum?

Øll síggja, at nógv, ið KANN gerast frá landsstýrisins síðu, VERÐUR IKKI gjørt.
 
Tey, sum stýra í hesum døgum, hava eina tunga ábyrgd liggjandi á sínum herðum.
 
So er tað sagt!
- - -
 
Ein fyrrverandi amerikanskur forseti byrjaði hesa røðuna - og eg fari at lata núverandi amerikanska forsetan, Barack Obama, enda hana.
 
Lat hetta vera ein heilsan til allar góðar sambandskreftir.
 
"Broytingar koma ikki, um vit sita og bíða eftir, at ONKUR ANNAR skal gera tær. Ella um vit bíða, til rætta løtan skal koma. VIT eru tey, sum vit bíða eftir. Vit eru SJÁLVI broytingin, ið vit leita eftir".
 
Takk fyri.