01. juni 2021

Koppseting í Danmark: Soleiðis skulu føroyingar bera seg at

Á sama hátt sum danir kunnu koppsetast í Føroyum, kunnu føroyingar eisini korona-koppsetast í Danmark. Einasta krav er, at man er í landinum í minsta lagi í 30 dagar og ikki er komin til landið við tí fyri eygað at verða koppsettur.

 

Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, bað her fyri heilsumálaráðharran greiða frá, hvussu føroyingar, ið eru fyribils stødd í Danmark, skulu bera seg at, um tey ynskja at verða koppsett móti koronu-smittu, meðan tey eru í landinum.

- Vil ministeren, som opfølgning på ministerens svar på FÆU alm. del - spm. 18, oplyse konkret, hvordan proceduren vil være for færinger på midlertidigt ophold i Danmark, hvis de skal vaccineres i Danmark?

Í svarinum sigur ráðharrin, at føroyingar, ið eru fyribils stødd í Danmark hava rætt til at verða koronu-koppsett, samstundis sum teirra aldursbólkur verður tað. Treytin er tó, at tey eru í Danmark í minsta lagi í 30 dagar. Harafturat má uppihaldið í Danmark ikki vera við tí endamáli at verða koppsettur.

Um føroyingar ynskja at verða koppsettir í Danmark, skulu tey seta seg í samband við ta regiónina, har man er staddur. Tað ger man við at ringja til:

Region Hovedstaden, tlf. 3866 0000

Region Sjælland, tlf. 7020 4233

Region Syddanmark, tlf. 9944 0717, trýst 1

Region Midtjylland, tlf. 7023 24 15

Region Nordjylland, tlf. 9764 8505

Føroyingar, ið uppihalda seg fyribils í Danmark, kunnu tó ikki velja at verða koppsettir við koppsetingini frá AstraZeneca ella Johnson & Johnson, sum danir annars kunnu velja at skriva seg upp til.