09. juli 2021
Edmund Joensen sendi áðrenn summarfrítíðina ein fyrispurning til danska heilsumálaráðharran Magnus Heunicke viðvíkjandi koppseting av føroyingum ið ynskja at fáa eina prikið í Føroyum, men sum hava fastan bústað í Danmark.
Ivamál hevur verið um, hvussu prikini verða skrásett í tveimum ymiskum skipanum og tískil varð tað mett umráðandi, at fáa svar frá donskum myndugleikum hesum viðvíkjandi. Hetta er fyri at tryggja, at borgarin ikki verður skrásettur í ávikavist Danmark og Føroyum fyri einans at hava fingið eitt prik og verður skilmarkaður sum ikki liðugt koppsettur.
Svarið frá heilsumálaráðharranum týðir á, at føroyingar, búsitandi í Danmark ið skulu koppsetast í Føroyum, skulu sjálvir skráseta sína seinnu koppseting á sundhed.dk og síðani ringja til egnan lækna í Danmark og fáa viðkomandi at góðkenna koppsetingina.
SOLEIÐIS GERT TÚ:
1. Bílegg tíð:
- Neyðugt er, at bíleggja eina tíð á ‘corona.fo’; her er umráðandi at minnast til, at tað skulu ganga millum 3-6 vikur frá fyrru til seinnu koppsetingina.
2. Skráseting:
- Eftir koppsetingina skal borgarin inná sundhed.dk og skráseta sína koppseting.
3. Ring til egnan lækna:
- Eftir skráseting skal borgarin ringja til egnan lækna í Danmark og fáa viðkomandi at góðkenna koppsetingina.
Tá seinna koppsetingin er góðkend, verður eitt koronapass útvegað á app'ini ‘minsundhed’ ið vísir á, at borgarin er fult koppsettur – tað ber eisini til at fáa eitt ES-koronapass á sundhed.dk, hetta er at finna á appini.
FØROYINGAR KOPPSETAST Í DANMARK
Skal ein føroyingur, sum er búsitandi í Føroyum, koppsetast í Danmark, er mannagongdin ein onnur. Um føroyingar ynskja at verða koppsettir í Danmark, skulu tey seta seg í samband við ta regiónina, har man er staddur. Les meira her: http://www.saft.fo/Default.aspx?Id=13298