26. mars 2011

Arbeiðið á Christiansborg: Frá konflikt til samstarv og úrslit

R-frádráttur. Fígging til Saltsilo-verkætlanina. Fígging til havgranskingarverkætlan. Bankapakkar. Samstarv heldur enn konflikt. Hetta eru úrslit, sum Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur arbeitt fyri í hesum valskeiðnum á Christiansborg. Les røðu hansara á landsfundi Sambandsfloksins 26. mars 2011

Góðu áhoyrarar, góðu sambandsfólk!

 

Gamli A.P. Møller tók einaferð soleiðis til: ”Den, der har evnen, har også pligten”. Á føroyskum ljóðar hetta á leið soleiðis: ”Tann, sum hevur evnini, hevur eisini skyldurnar”. 

 

Lat okkum grunda yvir hetta eina løtu og seta tað í samband við okkara flokk og politikk. 

 

Mær tykir, at Sambandsflokkurin er tann føroyski flokkurin, sum í sínum innihaldi hevur evnini, visjónina, royndirnar og viljan! Og tí hevur flokkurin eisini skyldu at gera sítt ýtarsta fyri at fáa ávirkan og at fremja sína stevnu. 

 

Týdningurin av sosial-liberalu virðunum

Í stuttum er stevna okkara at gera Føroyar til eitt støðug betri samfelag at vera í – hjá øllum samfelagsbólkum – og hjá vinnulívinum. Tann sosial-liberali profilurin hjá flokkinum er týðandi, serliga nú høvuðsvinnan er undir trýsti – og av tí sama er vælferðarskipanin hótt. 

 

Tann sosiali parturin av stevnuni forpliktar okkum til at berjast fyri vælferðini:

  • Fyri tí góða barnagarðinum og tí framkomna skúlanum 
  • Fyri heilsuverkinum, sum tekur sær av okkum, tá heilsan svíkur 
  • Vit skulu berjast fyri tí aktiva ungdóminum og tí virðiliga aldurdóminum í góðum og tryggum hondum 
  • Fyri sosiala netinum, ið loftar teimum veikastu, um tey snáva 

Tann liberala stevnan forpliktar okkum til at geva vinnulívinum betri møguleikar at tjena pengar heim til Føroya:

  • Vit skulu stríðast fyri teirri burðardyggu vinnuni 
  • Fyri atgongdini til nýggjar marknaðir 
  • Íverksetan og luttøku í vinnuframaskipanum í Ríkinum 
  • Fyri góðum vinnulógum og lágum partafelagsskatti 
  • Fyri einari vinnu, sum er við til at fíggja vælferðina 

Tað er í dagliga politikkinum, at føroyingar skulu uppliva okkara samlaða politiska profil:

  • At Sambandsflokkurin er garantur fyri vælferð, tá onnur vilja ofra hana fyri fullveldi. 
  • At Sambandsflokkurin veitir borgarum og vinnulívi stabilitet – eisini í avbjóðandi tíðum. 
  • At vit samstarva í Ríkisfelagsskapinum, tá onnur venda honum baki. 
  • Vit vilja ríkisborgara-skapin, sum er okkara atgongumerki til allar tænastur í Ríkinum. 
  • Vit eru tann framsókni flokkurin, sum vil gera Føroyar til ein part av modernaða heiminum 
  • Vit vilja lata upp, har onnur lata aftur. 

Og tað viktiga er, at fólka skulu vita, hvar tey hava Sambandsflokkin!

 

Geva ein rættvísandi mynd av Føroyum

Mín bundna uppgáva her í dag er at greiða frá úrslitum, sum Sambandsflokkurin hevur rokkið í Fólkatinginum higartil í valskeiðnum – og hvørjir møguleikar eru við umboðanini í Fólkatinginum frameftir. 

 

Flokkurin hevur síðani 2007 havt umboð í Fólkatinginum. Tað fall í mín lut at verða fólkatingsmaður. Hetta er stórur heiður og ein sera spennandi avbjóðing. 

 

Fólkatingsmaðurin umboðar flokkin, men eg havi í stóran mun lagt dent á at umboða Føroyar væl á Christiansborg. 

 

Frá byrjan eru nógvar kreftir farnar til at geva donskum fólkatingsumboðum eina rættvísandi mynd av Føroyum og føroyingum. 

 

Ímóti føroyskari ekstremismu

Eisini havi eg arbeitt fyri at fáa burtur tann ”berøringsangstin” yvir fyri Føroyum, sum Fólkatingið hevur verið merkt av. 

 

Sakin er, at donsku fólkatingslimirnir hava sum heild ikki torað at viðgjørt føroysk viðurskifti á ein náttúrligan hátt, tí hvørja ferð hava føroysk umboð í Fólkatinginum givið ilt av sær. 

 

Fólkatingið hevur í fullveldis-umboðunum upplivað føroyska ekstremismu. Tí leggi eg sum sambandsmaður dent á at vera hóvligur og semjusøkjandi. Myndin av Føroyum er broytt til tað betra, men enn er arbeiði eftir at gera. 

 

Politiski platformurin á Fólkatingi hevur m.a. verið formansskapurin í Føroyanevndini og limaskapurin í teirri týðandi uttanríkispolitisku nevndini. Til stuttleika kann eg nevna, at ongantíð áður hava føroyingar átt ein nevndarformann í Fólkatinginum. Heldur ikki nakran lim í uttaníkispolitisku nevndini. 

 

Føroyar eru væl umboðaðar í uttanríkispolitisku nevndini, tí eisini hin føroyski fólkatingsmaðurin er limur har. Tað er gott og positivt, at samgongan og andstøðan í Føroyum hava góða nevndarumboðan í Fólkatinginum. Tað er ein demokratisk styrki við skipanini í Ríkinum. 

 

Tann sjónligi Ríkisfelagsskapurin

Eitt endamál við fólkatingsumboðanini hjá Sambandsflokkinum er at gera sjónligt, at Ríkisfelagsskapurin er fullur av møguleikum fyri okkum, sum búgva í Føroyum. 

 

Sjálvur havi eg eisini lagt stóran dent á at fáa ítøkilig úrslit. Tey eru við til – heilt ítøkiliga – at vísa, at tað eisini eru kontantir fyrimunir við at vera í Ríkisfelagsskapinum. 

 

Bankapakkar

Øll hava tit havt gagn av bankapakkunum, sum eitt nú bjargaðu øllum innistandandi pengum, tá fíggjarkreppan brast á í 2008 og frameftir. 

 

Saltsilo á Drellnesi

Mest aktuelt er Projekt Salt á Drellnesi. Eftir drúgt politiskt arbeiði játtaði Fólkatingið í fjør heilar 18 mió. kr. til Saltsilo-verkætlanina. Siloin kann fáa stóran týdning fyri okkara listafólk, og hon kann gerast ein dynamo fyri Suðuroy. Hon kann síggjast sum eitt alternativ til Suðuroyar-ætlanina, sum ongantíð bleiv til nakað. 

 

Fólkatingið og Mærsk-grunnurin trúgva uppá projektið. Nú manglar, at Løgtingið eisini trýr uppá hesa góðu føroysku ætlan. Um Løgtingið ikki játtar pening til verkætlanina í ár, so dettur øll fíggingin úr Danmark burtur. 

 

Tað hevði verið harmiligt – fyri ikki at siga stór skomm – um Silo-projektið kollsiglir, tí føroyingar ikki vilja taka eitt tak saman við útlendingum fyri eitt gott projekt í Føroyum. 

 

R-frádrátturin

Nýggjasta úrslitið av Christiansborg er tann sonevndi R-frádrátturin til lesandi føroyingar og grønlendingar í Danmark. Hann tryggjar, at okkara lesandi kunnu tjena 71.000 kr. í Danmark, áðrenn skattur skal gjaldast. Lesandi úr øðrum londum eru niðri á knappliga 43.000 krónum. Hesin frádráttur hevur stóran týdning fyri tey lesandi. 

 

Altso – ein kontantur fyrimunur í Ríkisfelagsskapinum. 

 

Havgranskingarætlan

Afturi í 2008 játtaði Fólkatingið eisini uml. 10 mió. kr. til eitt havgranskingar-projekt, sum Havstovan hevur stjórnað. 

 

Trý PHD-størv eru knýtt at verkætlanini. Hon hevur m.a. til endamáls at kanna havstreymarnar, og hvørja ávirkan klimabroytingar hava á lívið í havinum – tí havinum, sum Føroyar liva av.

 

Týðandi mótvekt til loysingarkreftirnar

Lat okkum líta frameftir. Tað hevur stóran týdning, at Sambandsflokkurin varðveitir umboðanina í Fólkatinginum. 

 

Við samstarvi kann okkara fólkatingsumboð gera eitt stórt og gott arbeiði fyri Føroyar. Vit skulu vera mótvekt til loysingarkreftirnar, sum hava eitt heilt annað endamál við arbeiðinum á Borgini. 

 

Eg havi verið so ósmæðin at bjóða meg fram til at taka eitt tørn afturat í Fólkatinginum. Men tað er sjálvandi treytað av stuðuli frá Sambandsflokkinum. Hugurin stendur framvegis til hetta arbeiðið, og – í allari beskeðinheit – haldi eg, at hetta valskeiðið vísir, at tað ber væl til at fáa góð úrslit. 

 

Eg fari at heita á øll um at stuðla flokkinum væl, so vit hava møguleika at gera okkum galdandi í politikkinum, bæði her heima og á Christiansborg.

 

Góðu øll somul – takk fyri, at tit lýddu á.

 

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

--------------

 

NB! Legg til merkis, at hetta er handritið til røðuna. Tí er ikki víst, at hetta orðarætt er tað, ið sagt varð, tá røðan varð hildin.