29. november 2021
Í samband við fíggjarlógina 2021, ið varð gjørd seinasta ár, vórðu 1,5 mió. krónur settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Kanningin er liðug og vísir á, at eingin ivi er um, at besta loysnin er at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum. Samráðingar til eina fleirársavtalu fyri kriminalforsorgina eru byrjaðar á Fólkatingi, og øll kanningin kann lesast her.
Samráðingarnar við donsku stjórnina fyri eina fleirársavtalu til kriminalforsorgina eru byrjaðar, og viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum eru als ikki nøktandi. Hetta er nú greitt fyri allar partar, eftir at kanningin um viðurskiftini, sum danska løgmálaráðið gjørdi saman við føroyskum embætisfólki, varð liðug fyrr í ár.
Tá Edmund Joensen fór til fíggjarlógarsamráðingar í 2020 var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at fyrireika arbeiðið til at gera bøtingar av kriminalforsorgini í Føroyum. Hann for tí til samráðingarnar við ynskinum um 1,5 mió til hesa kanningina, soleiðis at umstøðurnar kundu greinast, og rætta loysnin kundi finnast.
Hóast smærri ábøtur eru gjørdar í fongslinum í Mjørkadali gjøgnum árini, er tað ikki nóg mikið, og har eru enn nógv viðurskifti, ið mugu fáast í rættlag. Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroysku kriminalforsorgini er staðsetingin av fongslinum í Mjørkadali, har avmarkaða vegasambandið til fongslið og serliga harðføra veðurlagið hevur stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki og fongslaðum og eisini fyri rættindunum hjá teimum fongslaðu til útgongu o.líkn. Tískil er eitt nýtt fongsul á eini nýggjari og høgligari staðseting besta loysnin.
Hetta staðfestir kanningin eisini.
- Eg gleðist um, at kanningin av umstøðunum hjá kriminalforsorgini nú er liðug, og ikki minst, at kanningin vísir púra greitt, hvør besta loysnin er fyri kriminalforsorgina í Føroyum. Sum fólkatingsumboð er tað okkara uppgáva at vera við til at finna útav, hvør besta loysnin er, men tað er ábyrgdin hjá ráðharranum at finna útav, hvussu trupulleikin best verður loystur. Eftir mínum tykki er tó eingin ivi um, at eitt nýtt fongsul skal til, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Um kanningina
Kanningin um viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum er býtt upp í tríggjar partar.
Fyrsti kanningarpartur hevur til endamáls at geva eitt faktuelt grundarlag fyri leggingarprosentinum í arrestini í Mjørkadali. Tað vil siga upplýsingar um longd á dómum, høvuðsbrotsverk, aldur og kyn og eisini um føroyingar við bústaði í Føroyum, sum sita dóm í Danmark, ella sum eru fluttir til Danmarkar í samband við varðhaldsfongsling.
Annar kanningarpartur greiðir frá teimum núverðandi avbjóðingum, ið eru fyri føroyingar, ið sita treytaleysan dóm í Føroyum, og eisini verða umstøðurnar í arrestini í Mjørkadali greinaðar.
Tað eru úrslitini av hesum kanningarparti, ið eru útgangsstøðið fyri kanningarparti trý, ið vísir á møguligar loysnir upp á tær avbjóðingar, ið í dag eru í kriminalforsorgini.
Her verður víst á fýra ymisk modell.
Modell A er tann einasta loysnin ið loysir allar avbjóðingar og verður kallað “Etablering af ny institution”. Hetta inniber at byggja eitt heilt nýtt fongsul á eini nýggjari staðseting. Modell A er tann dýrasta loysnin, og verður mett at kosta 233 mió. kr., men er samstundis tann einasta loysnin, ið loysir allar núverðandi trupulleikar hjá Kriminalforsorgini – ikki minst tann størsta trupulleikan, sum er staðsetingin í Mjørkadali.
Modell B verður kallað “Ombygning og ibrugtagning af hele bygningen i Mjørkadali” og inniber, sum heitið vísir á, at taka allan bygningin í nýtslu. Hesin møguleikin loysir plásstrupulleikan í Mjørkadali, men sjálvsagt ikki staðsetingina og verður mett at kosta eitt stað millum 56 og 131 mió. kr.
Modell C, “Ombygning og ibrugtagning af det øverste plan i bygningen”, inniber, at ovasta hæddin í Mjørkadali verður tikin í nýtslu. Sostatt verður kapasiteturin á fongslinum størri, men nógv annað væntar enn í, fyri at umstøðurnar skulu verða nøktandi. Hendan loysnin er mett at kosta 35 mió. kr.
Modell D, “Ibrugtagning af yderligere et rum (garagen)”, hevur einans til endamáls at styrkja um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum fongslaðu, av tí at meira pláss verður til tess og fongslið kann taka aðrar arbeiðsuppgávur inn. Hendan loysnin er mett at kosta 1 mió. kr.
Afturat teimum ymsu modellunum eru nøkur fylgiskjøl gjørd til kanningina, m.a. eitt um veðurlagið í Mjørkadali.
Øll kanningin kann lesast við at trýsta á leinkjunar niðanfyri.