27. januar 2022
Russland verður alsamt meira aggressivt mótvegis grannalondum teirra og restina av heiminum, men summi vilja ikki síggja tann veruleikan. At man kann liva í hesi bláoygdu boblu er mær ein gáta og má standa fyri egnu rokning, sigur Edmund Joensen í nýggjari grein, sum kann lesast her.
Tann politiska ósemjan um radaramálið er stór, og ósemjurnar eru ymiskar, síggja vit í kjakinum, sum hevur verið seinastu tíðina. Summi hava eina meining um, hvussu avgerðin skal takast. Onnur grugga málið við loysingarretorikkið og vilja partout kalla radaran føroyskan. Og so eru tað tey, ið enn ikki eru lend í 2022 og sum bara ikki vilja síggja tann geopolitiska veruleikan.
Har ketan av álvara hoppar av, er tá argumentini eru, at myndugleikarnir í Kreml eru okkara vinir og onki ilt vilja okkum ella okkara sameindu.
Hetta ber mest boð um hjálparleysa propagandu fyri Kreml. At russiska fólki er á leið sum vit onnur, vita vit, og tey kunnu fyri tann saks skuld kallast okkara vinir og einki ilt vilja okkum ella okkara sameindu.
Men tá summi, eitt nú Jacob Vestergaard, ikki vilja síggja, at heimurin mennist og ikki longur vil finna seg í, at diktaturið í Kreml skal avgera, hvat tey sjálvi skulu meina og gera í egnum viðurskiftum. Og tá hesi somu ikki vilja síggja, at Russland verður alsamt meira aggressivt mótvegis grannalondum teirra og restina av heiminum, tá undrist eg stórliga.
At man kann liva í hesi bláoygdu boblu er mær ein gáta og má standa fyri egnu rokning.
Tað kemur ikki av ongum, at Svøriki hevur sent hermenn og hernaðarliga útgerð til Gotlands, ið liggur mitt í Eysturjónum. Tað kemur heldur ikki av ongum, at Ukraina er í undantaksstøðu, og at øll óneyðug ferðing til Ukraina nú verður frárádd. 550 mió
Veruleikin er, at Russland hevur sent hundraðtúsundtals hermenn til landamørkini, og enn ein ólóglig invasión av Ukraina tykist at standa fyri durunum, fyri at forða Ukraina ið at gera ov “vesturlendskt” og at melda seg inn í NATO.
Samstundis síggja vit russisk flogfør í føroyskum luftrúmi, russiskar undirvatnsbátar, ið spæla kispus í norðuratlantshavi og javnan fara tvørtur um mørk.
Russarnir upprusta við øðrum orðum alla staðni har teir kunnu - hetta er fakta sum ikki skerst burtur.
Um man ikki dugir at síggja, at heimurin ikki er tann sami, sum hann var fyri 10, 20 og 30 árum síðani, og at Russland er meira og annað enn góðir handilspartnarir, so kann tað av álvara gerast skaðiligt. Skaðiligt fyri okkara umdømi, fyri okkum sum samstarvsfelagar úti í heimi og fyri okkum sum tjóð.
Hetta er ein vandamikil leistur at taka fyri okkum sum føroyingar, og setur trúvirði hjá okkum, sum ein fullgjørdur partur av vesturheiminum og handilspartur hjá øllum heiminum, upp á spæl.
Summi av okkum hava enn ikki vant okkum við at skriva 2022, nú árið enn er ungt. Men tað tykist, sum at summi enn eru í einum heilt øðrum áratíggju.