01. mars 2022
Tað er av størri týdningi enn nakrantíð, at Føroyar vísa sín stuðul til vesturheimin - við revsitiltøkum mótvegis Russlandi men eisini við avgreiðing av radaramálinum, sigur Edmund Joensen í grein.
Ræðuleikarnir, sum í skrivandi stund ganga fyri seg í Ukraina, eru ein áminning til okkum øll. Ein áminning um, hvussu lætt tað er at gloyma, at heimsfriður ikki skal takast fyri givið. Um, at tá man hevur tað gott í langa tíð, so gloymir man, at ónt altíð bíðar á gáttini.
Vit hoyra til Vesturheimin – tað havi eg allatíð sagt, og tað fari eg allatíð at siga.
Fyri mítt viðkomandi snúði hendan útsøgnin seg um uppsetanina av NATO-radara í Føroyum, og tað sama kann sigast at gera seg galdandi nú. Endamálið við radaranum hevur allatíð verið at betra um trygdarviðurskiftini á okkara leiðum, samstundis, sum vit senda greið boð um, at vit stuðla NATO og Vesturheiminum – at vit vilja gera okkara.
Hendan støðan er vorðin alsamt meiri verulig, nú, tá ið Russland hevur gjørt innrás í Ukraina, og ótti valdar millum fólkið í Evropa. Tað er av somu orsøk av enn størri týdningi, at vit vísa okkara stuðul til Vesturheimin. Hetta við teimum revsitiltøkunum, sum landsstýrið setur í verk mótvegis Russlandi, men eisini við eini greiðari útmelding og avgreiðing av radaramálinum.
Málið hevur verið ov drúgt, sum í stóran mun er orsakað av ávísum mótstøðufólki, sum hava sagt, at Kreml ikki er okkara fíggindi, og at vit ikki skulu traðka á tærnar á russarum. Tøgnin, sum nú valdar hjá hesum somu mótstøðufólkiunum gevur mær varhugan av, at tey hava broytt meining hesum viðvíkjandi – og tað gleðir meg.
Vit skulu melda greitt út og taka ábyrgd. Tað hava vit skyldu til, og tað hava vit møguleika fyri. Føroyar skulu gera sítt fyri at varðveita heimsfriðin, og gera tað vit megna, sum í fyrstu syftu merkir eina uppseting av NATO-radara í Føroyum.
Mínir tankar fara til fólkið í Ukraina.