Grundleggjandi sigur kanningin, at ríkisfelagsskapurin gongur ein línudans í uttanríkis- og verjupolitikkinum, tí so nógvir aktørar eru at taka atlit til. Samstundis manglar tað íkast til kjakið frá føroyskari og grønlendskari síðu – ella íøllum føri eitt kjak, har vit kjakast saman við danir og grønlendingar.
Eisini sigur kanningin, at tann Arktiska Delegatiónin í Fólkatinginum eigur at víðkast, soleiðis at tað gerst ein ramma fyri tað parlamentariska samstarvið millum øll parlamentini í ríkinum. Hetta er púra rætt sæð! Fyri at menningin innan uttanríkis- og verjupolitikk í ríkinum skal verða haldbar, krevur hetta eitt betri parlamentarisk samstarv, og sjálvandi kann tann Arktiska Delegatiónin verða hendan ramman.
Sera góð og upplýst frágreiðing. Trýst
her fyri at lesa kanningina.