12. apríl 2022
Ráðgevar hjá danska uttanríkisráðnum og umboð úti í heimi eru til reiðar at hjálpa føroyskum fyritøkum við at finna nýggjar marknaðir, nú føroyski útflutningurin til Russlands er steðgaður. Tað sigur uttanríkisráðharri Jeppe Kofod í svari til spurning frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin.
Edmund Joensen setti í farnu viku spurning til uttanríkisráðharra Jeppe Kofod, tí hann vildi hava at vita, um uttanríkisráðharrin er sinnaður at arbeiða fyri eini betri handilsavtalu fyri Føroyar við ES, nú føroyskur útflutningur til Russlands er steðgaður orsakað av krígnum í Ukraina.
Svar er nú komið frá uttanríkisráðharranum, og hann ger tað greitt, at nógv verður gjørt frá donsku stjórnini fyri at betra um handilsviðurskiftini Føroya og ES ímillum.
- Tað er mín klára fatan, at ynskið um at styrkja tvílandasamstarvið Føroyar og ES millum er eitt felags ynski, og at tað støðugt verður arbeitt við at styrkja og økja um samstarvið. Prátið partarnar millum er styrkt seinastu árini, og nærri greiða er við at verða fingin á, hvussu handilssamstarvið kann mennast enn meira, sigur uttanríkisráðharri Jeppe Kofod í svarinum til Edmund Joensen.
Uttanríkisráðharrin leggur afturat, at:
- Í ljósinum av núverandi støðuni og teimum avleiðingum henda støðan hevur fyri føroyskan útflutning, eru ráðgevar og umboð úti í heimi til reiðar at ráðgeva føroyskum fyritøkum við at finna nýggjar marknaðir í staðin fyri tann russiska.
Les spurningin og svarið her