12. oktober 2022
Fríggjadagin 14. oktobur kl. 18:00 letur Fólkatingið upp fyri almenninginum í samband við mentanarnáttina. Kom og heilsa upp á okkum í Javnaðar- og Sambandsflokkinum.
Fríggjadagin 14. oktober letur Fólkatingið upp fyri almenninginum í samband við mentanarnáttina.
Nú hevur tú møguleikan at vitja ikoniska bygningin, sum Christiansborg er. Eitt nú ber til at vitja fólkatingssalin og allar politisku flokkarnar, sum er umboðaðir í Fólkatinginum.
Kom og vitja Sambands- og Javnaðarflokkin í høli nr. 2-078 á aðru hædd. Umframt spurnarkapping og ábit verður tónleikur á skránni.
Bólkurin Einangran spælir kl. 19.00, og Beinir spælir kl. 20.15.
Sí nærri kunning um mentanarnáttina á Christiansborg her.