26. august 2023
Landsstýrið situr hendur í favn og bíðar til kladdan er skrivað, heldur enn at luttaka í samráðingunum um verjusemjuna. Landsstýrið má taka annað skinn um bak, tá samráðingarnar um verjusemjuna verða tiknar uppaftur í heyst.
Sum partur av komandi verjusemjuni, samdust Føroyar, Grønland og Danmark hin 28. juni um, at Føroyar fara at gera sítt til, at trygdin í Norðurhøvum verður varðveitt, umframt at Føroyar fara at raðfesta tiltøk, sum stuðla uppundir átøkum hjá NATO.
Hetta ljóðar gott, men landsstýrið tykist vera dekan ov hálvhjartað og passivt í hesum arbeiðinum.
Til viðgerðina av ólavsøkurøðuni segði Høgni Hoydal, at landsstýrið hevði sagt nei til at vera við í samráðingunum, tí landsstýrið bert varð boðið til at luttaka sum vanligur fólkatingslimur – hetta er als ikki satt. Landstýrismaðurin varð boðin við, sum umboð fyri landsstýrið. Hann legði afturat, at um danir ætla sær at gera nakrar íløgur í trygdarmálum um okkara leiðir, so skulu danir samráðast við landsstýrið, sum síðani fer í Løgtingið og fær undirtøku fyri tí. Altso mugu vit bíða, til donsku flokkarnir eru lidnir at samráðast, áðrenn Føroyar koma uppí leikin.
Men hví ikki gera akkurát øvugt? Hví hevur landsstýrið ikki langtsíðani gjørt arbeiðið at kanna og seta á blað krøv til samráðingarnar? Landsstýrismaðurin kundi fyri langari tíð síðan verið farin í uttanlandsnevndina fyri at fáa undirtøku fyri sínum ætlanum. Sannlíkindini fyri breiðari semju millum flokkarnar høvdu eisini verið størri.
Ein skuldi trúð, at gjørt varð alt í gerast kann fyri at fáa ávirkan. Men heldur enn at vera við frá byrjan, trýsta, ávirka og fyrireika hvat er best fyri Føroyar, hevur føroyska stjórnin lagt seg afturá at bíða eftir útspælinum hjá tí donsku. Altso situr mann hendur í favn og bíðar til kladdan longu er skrivað. Merkverdugt politisk handverk.
Landsstýrið hevði enntá møguleikan fyrr í ár. Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi gjørt drúgt upprit, sum vísir tørvin á átøkum í Føroyum og teimum tiltøkum, sum NATO eftirlýsir um okkara leiðir. Vit løgdu upp til eitt samstarv við landsstýrið, men landsstýrismaðurin í uttanríkismálum var ikki sinnaður at samstarva.
Høgni Hoydal vevur alt upp í ein ellibita, tá hann á røðarapallinum undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans varð spurdur um verjusemjuna. Sum skilst, er stóri dreymurin, at Føroyar skulu samskifta beinleiðis við “…tey londini, sum í veruleikanum vara av verjumálum um okkara leiðir.” Hetta ljóðar flott, men hevur sum so einki við neyðuga arbeiðið hjá landsstýrinum viðvíkjandi verjusamráðingarnar at gera, tí formliga hevur Danmark ábyrgd av økinum, og tað slepst ikki undan tí sannroynd, at Danmark fíggjar alt, ið samtykt verður á økinum!
Kunnu hini samgongu umboðini, og ikki minst løgmaður, góðtaka hetta? At meðan stórar avgerðir skulu takast um verjuna um okkara leiðir, velur uttanríkisráðharrin heldur at sita hendur í favn og hyggja aðrar vegir? At landsstýrismaðurin vil trýsta donsku stjórnina at taka avgerðir ”yvir høvdið á føroyingum” fyri at illustrera ein falskan politiskan veruleika til sín egna fyrimun, heldur enn at vera við til at tryggja, at átøkini eru grundað í ynskjunum hjá landsstýrinum? Sjálvandi eru diplomatisk sambond við onnur lond góð at dyrka – men tað er ikki tá eldur longu er í, at mann fer at fundast um rýmingarleiðir.
Samráðingar um ítøkiliga partin av verjusemjuni verður í heyst, og mín vón er, at landsstýrið fer at hava ein meira aktivan og framskygdan leiklut. Eg, sum føroyskur fólkatingslimur, vil gera mítt til at samstarva, hóast mín flokkur ikki situr í samgongu. Málið er størri enn so. Tað snýr seg um trygdina hjá mær og tær, og ikki floksideologi.