14. september 2023

Ráðstevna: Nýggi veruleikin - hvussu verja vit okkum?

Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipar fyri ráðstevnu um nýggja uttanríkispolitiska verulikan og hvat politisku Føroyar skulu gera úti og heima. Tiltakið verður 28. september, kl. 19:00-21:30, í Smæruni í Havn.

Trygdarpolitiska støðan í nærumumhvørvinum er broytt, síðan kríggið í Ukraina byrjaði. Fjarskotnir vandar tykjast alsamt tættari og hetta krevur bæði stutt- og langsiktaðar ætlanir frá politiska myndugleikanum.

Altjóða siðvenjan viðvíkjandi uttanríkis- og trygdarpolitiskum avgerðum er, at man talar við einari rødd og er sameindur.
Spyr man leiðarar úr politisku flokkunum í Føroyum, so eru tey flestu samd um, at hetta eisini skal vera støða Føroya – men hvussu koma vit hartil?

Brádligar broytingar í uttanríkispolitiska heiminum hava elvt til eitt krav um bráðar, hóast umfatandi, avgerðir frá politiska myndugleikanum í Føroyum.

Henda ráðstevna hevur til endamáls at skapa eitt orðaskifti um, hvørjar trygdarpolitiskar avbjóðingar eru og møguliga koma fyri Føroyar.

Hvussu fyrihalda vit okkum til handilsavtalur? Hvussu taka vit trygdarpolitiskar avgerðir? Hvat er kritiskur infrastrukturur og skal nakað hernaðarligt virksemi vera í ella kring Føroyar?

Tiltakið verður 28. Septembur í Smæruni í Havn og er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá:

19:00 – 19:05 – Anna Falkenberg bjóðar vælkomin

19:05 – 19:25 – Ólavur Dalsgarð heldur upplegg um handils- og trygdarpolitikk

19:25 – 19:30 – Møguleiki fyri spurningum

19:30 – 20:10 – Pallborð um handils- og trygdarpolitikk við luttakarum: Sjúrður Skaale, Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bjarni Kárason Petersen

20:10 – 20:20 ­- Steðgur

20:20 – 20:40 – Hans Peter Michaelsen heldur upplegg um kritiskan infrastruktur og hernaðarligt virksemi

20:40 – 20:45 – Møguleiki fyri spurningum

20:45 – 21:25 – Pallborð um kritiskan infrastruktur og hernaðarligt virksemi við luttakarum: Anna Falkenberg, Annika Olsen, Jenis av Rana og Henrik Old

21:30 – Liðugt

Orðstýrari verður: Óluva Zachariasen