11. desember 2023
Heimafturkomin eftir túr við Udenrigspolitisk Nævn í Ukraina og Moldova, stendur heilt greitt fyri mær: Føroyar gera ov lítið fyri at stuðla bæði Moldova og Ukraina í stríði teirra fyri friði í sínum egna landi - og ja í øllum Evropa.
Fýra dagar í ávíkavíst Moldova og Ukraina hava havt stóra ávirkan á meg. Moldova, eitt land við eini sterkari kvinnu á odda, Maia Sandu, ið kempar fyri pro-evropeisku linjuni og uppgerðini ímóti korruptión. Eitt land við næstan ongari verju, og sum samstundis er fátakasta land í Evropa. Hóast hetta, er tað eitt sterkt, vælkomandi og gestablítt samfelag og fólkaslag, har fleiri túsund familjur hava opnað teirra heim fyri ukrainskum flóttum. Eitt land, ið hvønn dag livir í óttanum: Verða vit næst?
Á veg móti Ukraina vóru vit í einari flóttalegu nær við markið, har vit fingu høvið at práta við starvsfólkini á staðnum og eisini ukrainarnar, ið búgva har. Hjartaskerandi at síggja børn og familjur flýggja úr teirra heimlandi undan bumbum og rakettum. Í leguni møtti eg tveimum dreingjum, annar var 2 ár og hin 4 ár.
Teir vóru beiggjar, sum vóru flýddir saman við mammu síni. Pápin var eftir og stríddist fyri einum frælsum Ukraina. Tíverri, eru tað milliónir, sum eru í somu støðu sum teir og mamma teirra, tí at ein maktgræður maður í Russlandi hevur fingið stórheitsvanvid.
Ljótu og veruligu síðuna av maktgræðuni sóu vit eisini skjótt, hinumegin ukrainska markið. Aftaná ein busstúr uppá 4 tímar, koyrdu vit forbí Odessa og til Mykolajiv, ein býur, sum Danmark hevur forpligtað seg til at endurbyggja í samstarvi við lokalum myndugleikum.
Býurin er áleið 40km frá frontlinjuni, men hevur verið fyri fleiri álopum, serliga, tá frontlinjan var enn tættari við. Vit vóru 6 tímar í býnum, hóast hetta kendist sum fleiri dagar. Í bítandi kulda vóru vit víst runt av ukrainskum parlamentarikarum og danska ambassadørinum.
Vit vitjaðu millum annað havnina, har bumbaðar siloir vóru, sum hava innihildið sólblómuolju, og eitt tekstilvirki, sum var bumbað sundir í tveimum atløgum. Meðan vit gingu runt í býnum, fór luftalarmurin í gongd, so vit máttu niður í ein kjallara inntil vandin var av - tá merktu vit av álvara hvussu tætt vit vóru uppá kríggið og ta ræðsluna ukrainska fólkið livur við hvønn dag. Ómenniskjaligt.
Fyri meg hevur tað staðið klárt allatíð - tað er ein vegur út úr hesum krígnum, og tað er at Ukraina vinnur! Hetta eri eg enn meira sannførd um eftir vitjanina í Ukraina og Moldova. Tískil er tað av størsta týdningi, at allur vesturheimurin og Føroyar áhaldandi gera alt vit kunnu fyri at stuðla og styrkja Ukraina, og ja eisini í størri mun enn vit gera í dag