Fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum vil hava greiðu á, hvat vendir upp og hvat vendir niður, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur boðað frá í løgtinginum, at loftrúmið skal yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2026.
Nógv tøl og útsagnir eru at hoyra, tá tað verður ført fram, at tað er ein fyrimunir fyri Føroyar yvirtaka loftrúmið.
Ilt er at vita, hvat er rætt og hvat er skeivt.
Anna Falkenberg spyr millum annað Thomas Danielsen um, hvussu nógv ársverk tað eru brúk fyri at kunna taka sær av yvirtikna málsøkinum, hvat fer tað at kosta at yvirtaka økið, og hvørjar eru inntøkurnar í samband við yvirtøkuna av loftrúminum.
- Eg haldi, at tað er tørvur á at lýsa allar fyrimunir og vansar í samband við eina yvirtøku. Tí havi eg sett ferðslumálaráðharranum hesar spurningarnar. Vit í Sambandsflokkinum vilja fegin fremja yvirtøkur, men tað skal gerast, tá tað gevur meining, og tá vit fáa ein fyrimun av tí í Føroyum. Yvirtøkur mugu fremjast við skili, sigur Anna Falkenberg.
Til ber at lesa spurningarnar, ið Anna Falkenberg hevur sett her.