23. august 2024

Takk fyri vitjanina Venstre

- Eg eri sera fegin um, at Vinstri valdi at halda summarfund í Føroyum. Tað hevur stóran týdning, at systirflokkur okkara hevur gott innlit í føroysk viðurskifti. Tey upplivdu eitt sindur av hvørjum hesar dagarnar, sigur Anna Falkenberg.

Umframt at leggja politisku kósina næstu tíðina, so vóru tey útferð við Nordlýsinum, vitjaði í Kirkjubø og í løgtinginum. Tíverri mátti vitjanin hjá Edmundi Joensen avlýsast fyri veður, tí ferðalagið kom so seint til Føroya.

Men Vinstra takkaði fyri góða samstarvið við fyrrverandi fólkatingsmannin og gav honum eina reyðbók í gávu, sum verður plantað í havanum hjá Edmundi.

Fótbóltskynstrini komu eisini til sjóndar í dysti millum Vinstra og Sambandsflokkin. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og dysturin mátti avgerast við brotssparkkapping.

Verjumálaráðharrin hevði ikki stillað kanónina rætt, tá hann lat seinasta skotið í dystinum av, og tí endaði Sambandsflokkurin enn einaferð sum sigursharri.

Takk fyri vitjanina og væl afturkomin eina aðruferð.