Ein ógvuliga prinsipiel avgerð, tí hetta krevur, at grein 6 í Heimastýrislógini verður brúkt, sum annars aldrin hevur verið brúkt.
Sambandsflokkurin vil hava, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitisk rásarúm, og hetta er væl í tráð við tað.
Á tíðindafundi eftir ólavsøkuna, legði Sambandsflokkurin eitt uppskot fram um, hvussu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar skulu skipast frameftir.
Niðurstøðan í uppskotinum, sum hevur fingið navn “Nýtt Samband”, var m.a. at niðurseta eina kommissión fyri at staðfesta í hvønn mun heimastýrislógin enn er samtíðarhóskandi, og hvussu vit lógartryggja størri uttanríkispolitiskt rásarúm, sum m.a. inniber limaskap í WTO.
Grundlógin hevur verið sum ein harmonika – onkuntíð hava tulkingarnar av henni verið strammar, meðan vit til aðrar tíðar hava víðkað um tulkingarnar. – Men nú er tíðin at fáa nøkur viðurskifti staðfest, tí ríkisfelagsskapurin er broyttur, og tí skulu nýggjar loysnir til.
Eins og Løgmaður segði í Degi og Viku, so er hetta málið ikki grundað á manglandi politiskan vilja – hetta er ikki eitt stríð millum Føroyar og Danmark, men ein ósemja millum embætisverkið og politikkarar.
Eg havi prátað við mínar starvsfelagar í fólkatinginum og har er svarið greitt, at politiskur vilji er fyri at modernisera ríkisfelagsskapin, har Føroyar fáa størri uttanríkispolitisk rásarúm.
Tað eri eg fegin um – so nú skulu vit líka fáa tað juridiska uppá pláss eisini. Vit finna eina loysn í ríkisfelagsskapinum, líkamikið hvørja niðurstøðu nevndin kemur til.
Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin á Fólkatingi