13. desember 2013

Burtur við marknaforðingum millum Føroyar, Danmark og Grønland

Nú byrjar eitt skipað arbeiði fyri at beina burtur innanhýsis marknaforðingar millum Føroyar, Danmark og Grønland

Hetta er greitt, eftir at føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, og grønlendski fólkatingslimurin Sara Olsvig úr IA, hava verið á fundi við Manu Sareen, ráðharra fyri norðurlendskt samstarv.

 

Á fundinum varð avtalað við ráðharran, at ein røð av marknaforðingum millum Føroyar, Danmark og Grønland eiga at verða burturbeindar.

 

- Talan er ofta um viðurskifti, ið gera tað óhøgligt, tíðarkrevjandi og beinleiðis irriterandi hjá borgarunum og fyritøkum at ferðast og flyta seg millum tey trý londini. Tí vilja vit í felag arbeiða fyri at gera hetta smidligari, lættari og skjótari, siga Edmund Joensen og Sjúrður Skaale.

 
Føroysku fólkatingsmenninir hava handað Manu Sareen eitt felags upplegg, sum lýsir marknaforðingar og vísir á, hvussu tær kunnu ruddast av vegnum.
 
Her eru nakrar av broytingunum, ið arbeitt verður við at fremja:

  • Frítíðarpeningur: Borgarar eiga at hava rætt til at taka forvunnan frítíðarpening í einum landi við sær til heimlandið, tá ið teir flyta heim at búgva og arbeiða
  • Føroyskir lastbilar og bussar í DK og ES:Føroyskir lastbila- og bussførarar eiga at hava møguleika at koyra við akførum sínum í Danmark o.ø. ES-londum og lúka kravið um serligt førarakort
  • Altjóða koyrikort: Føroyska koyrikortið eigur at geva beinleiðis atgongd til altjóða koyrikort
  • Flyta pensjónir til Føroya: Tað eigur í einari skiftistíð at gerast gjørligt hjá føroyingum at flyta sínar pensjónir úr Danmark til Føroya uttan at rinda avgjald til danska statin
  • Varðveita stuðul til nýútbúgvin: Tað eigur at gerast møguligt hjá nýútbúnum føroyingum og grønlendingum í Danmark at koma til Føroya og Grønlands at leita eftir arbeiði, uttan at missa stuðulin til nýútbúgvin í Danmark, tann sonevnda dimittend-satsin
  • Smidligari fyri pensjónistar: Tað eigur at gerast smidligari hjá føroyskum fyritíðarpensjónistum at flyta til Danmarkar, tvs. uttan at skula ígjøgnum umfatandi pappírsarbeiði og eina røð av kanningum, ið frammanundan eru gjørdar í Føroyum
  • CPR-nummar og NemID: Tað eigur at gerast møguligt at fáa atgongd til donsku CPR-nummar skipanina og harvið NemID-skipanina, áðrenn føroyingar fara av landinum í arbeiðs-, sjúkra- ella lestrarørindum
  • Arbeiðsmarknaðarútbúgving: Tað eigur aftur at gerast møguligt hjá føroyingum at luttaka í arbeiðsmarknaðarútbúgving í Danmark
  • Keypa og eiga akfør: Tað eigur at gerast møguligt hjá borgarum at keypa og eiga akfør í londunum hjá hvørjum øðrum

- Føroyingar í hópatal venda sær millum ár og dag til okkum fólkatingslimir, føroyskar og danskar stovnar og myndugleikar, tí marknaforðingar elva til trupulleikar. Okkara vón er, at arbeiðið, sum nú er sett í verk, kann bera í sær, at hesi fólk sleppa undan trupulleikunum, siga føroysku fólkatingsmenninir.
 
Teir báðir vilja eisini, at frameftir skal ein føst mannagongd verða fyri at kanna avleiðingarnar fyri ríkisfelagsskapin, áðrenn nýggjar lógir og reglur verða samtyktar og settar í verk.
 
Bæði Sjúrður Skaale og Edmund Joensen leggja dent á, at arbeiðið við at burturbeina marknaforðingar er tvørpolitiskt, og tí er rætt at samstarva og finna loysnir í felag.