- Eg eri rímiliga sannførdur um, at eitt altjóða universitet í Tórshavn hevði loyst ein part av avbjóðingini við fráflyting úr Føroyum. Treytin er tó, at vit vilja samstarva í ríkinum um eina felags loysn.
Hetta segði fólkatingsmaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, á tiltakinum "Exit Føroyar" hósdagin.
Fitt av fólki var samankomið at viðgera álvarsligu avbjóðingina við, at støðugt færri íbúgvar verða í Føroyum.
Her er røðan hjá Edmundi Joensen, og niðanfyri er ein myndarøð frá tiltakinum "Exit Føroyar.
Størri myndir, ið kunnu granskast nærri, eru á Facebook: www.facebook.com/christiansborg
Foto: Alan Brockie
Fólk lýða á røðuna hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, ið kom við einum ítøkiligum boði uppá, hvussu eitt altjóða universitet í Tórshavn kann fíggjast
Fyriskipararnir av tiltakinum "Exit Føroyar" og útgevarar av bókini við sama navni: Høgni Reistrup og Heri á Rógvi. Teirri átak hevur til endamáls at varpa ljós á fráflytingina og hvussu vit í Føroyum kunnu loysa trupulleikan
Elin Lindenskov, býráðslimur í Tórshavn, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Oluffa Joensen, skrivari hjá tingbólki Javnaðarfloksins, og Katrin Gaard, fulltrúi í Almannamálaráðnum
Kaffiprát millum Bjørghild Djurhuus, býráðslim í Tórshavn, Katrin Petersen, sjónvarpskvinnu, og Ben Arabo, stjóra á Atlantic Petroleum
Atkvøðuslúkurin og borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, skiftir orð við nýggja býráðslimin og partakvinnuna, Helenu Dam á Neystabø
Toppolitikarar heilsast. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Stóra fundarhøllin á Hotel Føroyum var full av fólki til tiltakið "Exit Føroyar"
Tríggir væl kendir hittast til ein kaffimunn í steðginum. Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Undirskotið av kvinnum í Føroyum var eitt evni hjá forkvinnuni í Javnstøðunevndini, Katrini Kallsberg
Bakkafrost er ein føroysk vakstrarfyritøka, ið ger nógv at brúka væl útbúgvið fólk í sínum virksemi. Slíkar fyritøkur tiltrekkja fólk og eru við til at virka ímóti fráflytingini. Á myndini greiðir Regin Jacobsen, stjóri, frá fyritøkuni
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, kemur við sínum boðum uppá, hvussu fráflyting gerst tilflyting