13. oktober 2012

Mytumakarar og tjóðarbyggjarar

Landsbankin er við í dreyðibókini hjá Tjóðveldi og víðgongdum fullveldiskreftum um "tjóðarbygging", ið hevur til endamáls at einsrætta føroyingar politiskt og mentanarliga


Stúgvandi fult er á barrikadunum.
 
Øsing er um, at ABDH-samgongan vil leggja Landsbankan saman við Gjaldstovuni og Hagstovuni.
 
Lat okkum seta øsingina um Landsbankan inn í rættan samanhang.
 
Seriøsu argumentini tala fyri, at atfinnarar hava rætt í summum. Tað er órógvandi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at fáa atgongd til eginogn Landsbankans.
 
Eisini er órógvandi, at landsstýrismaðurin nærkast pengunum í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðar Eftirlønargrunninum, sum Landsbankin í dag umsitur.
 
Landsstýrismaðurin má ikki sleppa at spæla sær við hesar pengarnar, eins og gjørt er við pensjónsinngjøld hjá føroyingum, ið hvønn dag verða futtað av sum asosialur flatskattalætti.
 
Hinvegin er upplagt, at Landsbankin verður lagdur saman við øðrum almennum stovnum.
 
Starvsfólkini í Landsbankanum eru sjálvandi dugnalig, og nógv skilagott kann spyrjast burtur úr at seta tey saman við øðrum góðum knokkum.
 
Landsbanki - ikki tjóðbanki
Stórur munur er á tí, sum Landsbankin og so Tjóðbankin fáast við.
 
Uppgávur Landsbankans eru í høvuðsheitum:

  • Umsita gjaldførið hjá landskassanum
  • Umsita lánsbrævavirksemið, tvs. skuld, hjá tí almenna
  • Útvega vitan um støðuna í fíggjarsektorinum og fíggjarviðurskiftum og virka fyri tillagingum
  • Skriva frágreiðingar o.a. um støðu, gongd og útlit fyri føroyska búskapin
  • Uppgávurnar verða fakliga væl úr hondum greiddar frá Landsbankans síðu. Analysur og frágreiðingar eru mangan beinraknar.

Men hondina á hjartað: hetta eru ikki tjóðbankafunktiónir.

 
Fíggjarligu uppgávur Landsbankans eru lítið øðrvísi enn tað, ið ognarrøktardeildir í fíggjarstovnum avgreiða dagliga.
 
At útvega vitan og skriva frágreiðingar er týðandi - men tað krevst ikki ein landsbanki til at gera slíkt.
 
Veruligu "landsbankauppgávur" Føroya liggja hjá Tjóðbankanum í Keypmannahavn.
 
Tjóðbankin hevur m.a. hesar uppgávur vegna alt ríkið:

  • Trygja stabilitet í fíggjarligu skipanini
  • Stýra rentuni og tryggja stabilan krónukurs
  • Stýra pengamongdini og tryggja neyðugt gjaldføri
  • Avgreiða tryggar transaktiónir við fíggjarstovnar
  • Umsita skuld hjá statinum
  • Útvega vitan og framleiða hagtøl

Avgerandi funktiónir sum t.d. fíggjareftirlit, innskjótaratrygd, bankapakkar og skipanin við Finansiel Stabilitet verða eisini stýrdar sentralt í ríkinum.
 
Hetta skulu vit vera fegin um.
 
Hví?
 
Jú, tí skipanin hevur aftur og aftur prógvað sítt virði - seinast tá ið Eik Banki fór av knóranum, uttan at samfelagið fekk skaða, og uttan at uppsparingin hjá føroyingum á nakran hátt kom í vanda.
 
Politikkur komin í Landsbankan
Veruleiki og fakta eru tó mangan ikki "gangbar mønt" allastaðni. Politikarar og aktivistar á fullveldisvonginum forstørra nevniliga týdningin av Landsbankanum.
 
Tak t.d. Kristinu Háfoss, sum plagar at vera skilagóð.
 
Tann 2. oktober skrivar hon, at Landsbankin "er og hevur verið ein grundleggjandi samfelagssúla síðan 1978". Hon pástendur eisini, at Landsbankin er eitt slag av "fíggjareftirliti".
 
Hetta er ikki í tráð við veruleikan.
 
Floksformaðurin hjá Kristinu Háfoss hevur á leið sama orðalag.
 
Tann 1. oktober skrivar Høgni Hoydal soleiðis um tey, sum hava aðra hugsan enn hann:
 
"Tey hava ikki viljað havt ein stovn, sum kann regulera fíggjarmarknaðin og sum kann virka sum ein veruligur tjóðbanki".
 
Eisini hetta er ímóti fakta. Tjóðbankin regulerar fíggjarmarknaðin, og tað er ein fyrimunur fyri Føroyar at vera partur av stóru og sterku skipanini í ríkinum.
 
Tey illu
So eru tað aktivistarnir. Teir eru illir inn á veruleikan.
 
Her er eitt stutt sitat av Facebook-síðuni hjá Una Arge:
 
"Í november 2010 eydnaðist ikki danska statinum (...) at tvinga landsstýrið til at yvirtaka falleraða Eik Banka, tí Landsbanki Føroya, fólksins banki, forðaði fyri tí".
 
Man dyrkar perfidar ósemjur. Myndin og mytan er, at "fólkið" stíðist ímóti "danska statinum", og Landsbankin er í parti við fólkinum.
 
Veruleikin er ein annar.
 
Rætt er, at Landsbankin segði sína hugsan um, hvørt skattakrónur skuldu setast í gamla Eik-samtakið ella ikki. Tað skuldi bara mangla. Landsbankin mælti frá, og tað sama gjørdu onnur. Landsbankin forðaði tó ikki fyri nøkrum.
 
Í grundini var lætt hjá Landsbankanum at mæla landsstýrinum frá at seta pengar í privata Eik-samtakið.
 
Hví? Jú, tí staturin - Dýrið í Opinbáringini - við bankapakkum og innskjótaragrunni helt hondini undir allari uppsparing í bankanum.
 
Tað var púra óneyðugt hjá landsstýrinum at lofta einum privatum banka, sum føroyska leiðslan hevði stýrt út á sjógv.
 
Skipanin í Ríkisfelagsskapinum var har til tað sama.
 
Inn við mytum - út við fakta
Legg til merkis, at á nevndu Facebook-síðu stendur ikki eitt orð um, at danski staturin umvegis Fíggjarligt Støðufesti sprændi meira enn 2.000 milliónir krónur (TVÆR MILLIARDIR) inn í Eik Banka.
 
Onki verður skrivað um, at Finansiel Stabilitet reinsaði bøkurnar hjá Eik. Út við vánaligum útlánum og ivasomum projektum. Inn við nýggjum pengum.
 
Kundar bankans merktu onki nevnivert til húsagangin, og uppsparingin var tryggjað. Men tað má ikki nevnast. Tað er ikki partur av mytuni.
 
Tað skal tigast burtur, at landsstýrið fekk bjóðað at ogna sær 30% av partabrøvunum í endurreista Eik-banka. Tíverri tók landsstýrið ikki av tilboðnum. Tí streyk TF Holding avstað við einum bíligum banka og einum fantastiska góðum handli.
 
Meg lysti at frætt, hvørja hugsan Landsbankin hevði um hetta.
 
Man má staðfesta, at hjá víðgongdum politikarum og aktivistum ræður um at skapa mytur og at viðlíkahalda tær.
 
Tað er uppskriftin. Og so er at vóna, at fólk trúgva mytunum.
 
Dreyðibókin um "tjóðarbygging"
Hví trampa og leika tey so í um eina einfalda samanlegging av nøkrum almennum stovnum?
 
Veruleikin er, at ein dreyðibók um "tjóðarbygging" liggur aftan fyri allan larmin.
 
"Tjóðarbygging" er breitt hugtak. Í ávísum samanheingi snýr tað seg um at endurbyggja samfeløg eftir kríggj, herundir tryggja smidligar tilgongdir fram móti varandi friði og fólkaræði.
 
Annar táttur av "tjóðarbygging" er ideologiskur. Hetta er leisturin hjá loysingarvíðgongdum her heima.
 
Ideologiska "tjóðarbyggingin" vil ala fram ein víðgongdan nationalistiskan tjóðarsamleika. Hann skal setast upp ímóti ríkinum, Ríkisfelagsskapinum og øllum tí illavorðna.
 
Ávís atferð, serlig virðir, stovnar og tjóðarmytur skulu mennast. Ein skjót leiting á netinum vísir eisini, at henda "tjóðarbygging" loyvir propagandu.
 
Tey propagandera
Føroyska fullveldisrørslan dregur almennar stovnar og skipanir inn í "tjóðarbyggingina". Kringvarpið, Landsbankin og fólkaskúlin eru krumtappar í ætlanini um at einsrætta føroyingar.
 
Her eru fýra dømi:

  • Tórbjørn Jacobsen í røðu ólavsøkudag 2012 um Kringvarpið: "Sjálvt almenna kringvarpið, ið skuldi verið og var ætlað at verða lunnadragarin í føroyskari tjóðarbygging, ríkir nú sum ein gomul donsk hjalshurð".
  • Kristina Háfoss í røðu 10. apríl 2012 um Landsbankan: "... niðurleggingin av nøkrum av føroysku flaggskipunum tá umræður tjóðarbygging, symboliserar bara ein nógv meira grundleggjandi trupulleika ...".
  • Høgni Hoydal í grein 13. september 2012: "Mín áheitan skal vera á Mentamálaráðið og allar skúlar í Føroyum, at tey nýta høvi at gera 14. september til ein dag, har fólkaræði verður sett sum tema fyri undirvísingini".
  • Tórbjørn Jacobsen í grein 28. oktober 2011: "Á øllum mótum má dubbast av nýggjum. Í Kringvarpi (...), útbúgvingarstovnum og á Universitetinum. Í frálærutilfari, bókaútgávu, sjónleiki, filmslist o.s.fr.".

Við øðrum orðum er Kringvarpið "lunnadragari" og Landsbankin "flaggskip" í víðgongdu "tjóðarbyggingini". Á skúlum og útbúgvingarstovnum skulu børn og ung fáa fullveldi innprentað í undirvísing, frálærutilfari og bókum. "Tjóðarbyggingin" skal gjøgnumsúrga alt mentanarlív.
 
Segði nakar propaganda og einsrætting?
 
Segði nakar misnýtsla av stovnum og skipanum, sum allir føroyingar gjalda fyri umvegis skattin?
 
Í rættan samanhang
Tað undar mong, at hvørki Kringvarpið, Landsbankin ella Mentamálaráðið vísa aftur, at tey eru krumtappar í "tjóðarbyggingini". Minst til, at tann, sum tegir, samtykkir.
 
Dreyðibókin og ekstremistiska "tjóðarbyggingin" eru verd at hava í huga, næstu ferð tú sært ella hoyrir tey víðgongdu - politikarar ella aktivistar - leika í og larma.
 
Set mytur og politiska larmin í rættan samanhang.
 
Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin