– Nú ræður um, at landsstýrið og stjórnin í tøttum samstarvi leggja væl til rættis, so føroyskir fíggjarstovnar framhaldandi skulu liva upp til hægsta støði saman við hinum fíggjarstovnunum í ríkinum. Føroyska fíggjarliga trúvirðið úti og heima skal varðveitast og styrkjast.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at broytingar møguliga eru á veg innan eftirlit við fíggjar- og peningastovnum í Europa.
Myndin í løtuni er, at eitt felags fíggjareftirlit av onkrum slag verður skipað í Europa. Enn er tó ógreitt, um og hvussu víðfevnt eitt tílíkt eftirlit kann verða. Eisini er ógreitt, hvørji lond vilja vera við í skipanini.
- Danmark hevur ikki enn gjørt sína støðu upp, og stundir eru til, at landsstýrið og stjórnin tala saman og avtala eina felags kós.
Tað, sum í løtuni er til umrøðu millum europeisk lond, er m.a., hvussu samanspælið kann verða millum eitt felags fíggjareftirlit og fíggjareftirlitini í ymsu londunum.
Nevnt er, at felags eftirlitið eigur at kunna ávara peningastovnar og vísa á loysnir, men at felags eftirlitið skal ikki hava heimild at áleggja peningastovnunum at fremja tiltøk.
Eisini hevur verið frammi, um felags eftirlitið skal fevna um allar peningastovnar ella bert sonevndar "systemiskt týðandi" bankar ella bankar, ið hava virksemi tvørtur um europeisk landamørk.
- Stjórnin eigur at koma við einum útspæli um, hvussu skipanin í ríkinum framhaldandi tryggjar eitt sterkt eftirlit við bankum og sparikassum í Føroyum. Hetta er til fyrimuns fyri føroyingar allar og er ein trygd fyri uppsparingina í landinum.
- Seinast, vit sóu hetta, var, tá ið øll uppsparing hjá føroyingum í Eik-samtakinum varð bjargað, og hálv triðja milliard krónur vórðu sprændar inn í ein endurreistan Eik Banka, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
Les eisini:
Veruleikin skal manast í jørðina
Videoklipp: So nær vóru Føroyar húsagangi