01. mai 2020
Koronakreppan vísir okkum enn einaferð á týdningin at vera partur av einum størri skipan og felagsskapi - Ríkisfelagsskapinum.
Bert trý fólk eru í løtuni smittað av korona í Føroyum. Tað er eitt bragd, men tað kemur ikki av ongum. Landsstýrið, saman við heilsumyndugleikunum, hava lagt eina strategi, ið riggar. Landslæknaembætið er ein týðandi partur av hesum ráðgevandi myndugleika. Landslæknin hevur atgongd og samband við evstu serfrøðina í bæði Danmark og Føroyum, og hevur tí saman við føroysku myndugleikunum lagt eina ætlan, soleiðis at vit í Føroyum kunnu basa hesi herviligu farsóttini. Tað hevur eydnast, tí føroyingar hava víst myndugleikunum álit og fylgt leiðreglunum. At hava atgongd til vitan er umráðandi, tá slíkar sjúkur skulu basast. Hendan vitanin hevur bestu fortreytirnar at verða gagnnýtt tá partarnir, eins og í Ríkisfelagsskapinum, samstarva um at basa sjúkuni. Samstarvið millum heilsumyndugleikarnar í Føroyum hevur verið framúr!
Løgmaður, boðaði á tíðindafundi í gjár frá, at nú fer samfelagið upp aftur í ferð. Fleiri børn fara aftur í skúla, kirkjur og samkomur lata upp aftur, og vit fara at kunna savnast 50 fólk. Landsstýrið hevur, saman við heilsumyndugleikunum, valt at byggja upplatingina á álit til tað føroyska fólkið, heldur enn tvingsil. Um Landsstýrið ynskti tað, so hevði einki verið til hindurs fyri, at Løgtingið samtykti eitt ríkislógartilmæli um at avvarðandi danski ráðharrin setir broyttu donsku epidemilógina í gildi í Føroyum, við kongligari fyriskipan. Men Landsstýrið hevur valt ikki at seta hana í gildi í Føroyum, tí ynskið er álit, heldur enn tvingsil - ein røtt avgerð!
Føroyska vinnulívið merkir eisini ágóðan av Ríkisfelagsskapinum. Donsku hjálparpakkarnir koma ikki bara danska vinnulívinum til góðar, men eisini føroyska vinnulívinum. Gjøgnum bæði EKF, Danmarks Eksportkredit, og Vækstfonden kunnu føroyskar fyritøkur fáa hjálp, nú koronakreppan herjar. Tað ræður um hjá føroyskum fyritøkum, at brúka teir møguleikar, sum Ríkisfelagsskapurin gevur okkum. Vónandi tekur føroyska vinnulívið væl ímóti hesi hjálpini!
Tað hevur verið ein fragd at sæð, hvussu tað politiska landslagið hevur samstarvað hesa truplu tíð. Einmælt samtyktir hjálparpakkar, stuðul til ta føroysku strategiina og sum heild hevur verið góður samstarvsandi, soleiðis at Føroyar kunnu koma sterkast gjørligt úr hesi kreppu. Tó kennist tað nú, sum stríðsøksin er grivin uppaftur og mørkini eru teknaði upp av nýggjum. Hetta er spell. Best hevði verið at lært av hesum samstarvsanda, og tikið hann við víðari í tí politiska arbeiðinum.
Vit uppliva í løtuni styrkina í Ríkisfelagsskapinum. Styrkina í at vera partur av einari størri eind, bæði tá tað kemur til vitanardeiling og hjálp til vinnulívið. Tað hevur alstóran týdning, at vit eru partur av slíkum samstarvi og framhaldandi menna samstarvið millum londini. Tað ræður um at síggja møguleikar ístaðin fyri vansar. Samstarv heldur enn spjaðing!
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin