13. august 2012

Sláa manngarð um Ríkisfelagsskapin

Tað fær víðfevndar avleiðingar fyri Føroyar og føroyingar, um formaður Sambandsfloksins fær møguleika at gera álvara av sínum dreymi um at avtaka Ríkisfelagsskapin - lat okkum heldur sláa manngarð um felagsskapin


Tað, ið varð hildið at vera fullkomiliga óhugsandi, er nú veruleiki.
 
Formaðurin í Sambandsflokkinum hevur boðað Føroya fólki frá, at hann droymir um at loysa okkara land úr Ríkisfelagsskapinum.
 
Í staðin vil hann stovna ein RÍKJA-felagsskap, tvs. eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki, ið skal hava okkurt annað slag av samstarvi við Danmark og Grønland.
 
Man trýr tí ikki.
 
Hetta ber ikki til
Tað er alla æru vert, at fólk broyta meining og lata seg sannføra av nýggjum.
 
Hetta er at tóna reint flagg.
 
Men tað er óhoyrt, at ein formaður í Sambandsflokkinum vendir Ríkisfelagsskapinum bakið og - eins og fullveldispolitikarar - droymir um eitt sjálvstøðugt ríki.
 
Tað sigur seg sjálvt, at sambandsfólk fáa ikki livað við, at brotið verður við politiska grundstøði floksins.
 
Sambandsflokkurin eigur heldur ikki at kunna livað við, at tey mongu verða svikin, ið settu sítt álit á, at okkara flokkur er garantur fyri stabiliteti og trivnaði innan fyri tryggu garðarnar í Ríkisfelagsskapinum.
 
Sambandsflokkurin má sjálvsagt hava eitt sambandsfólk til formann.
 
Álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar
Útmeldingar frá einum floksformanni og løgmanni mugu takast í álvara, og útmeldingin á ólavsøku er sera álvarslig.
 
Ikki bert undirgrevur hon alt tað, ið Sambandsflokkurin stendur fyri. Hon máar eisini burtur av støðu Føroya í Ríkinum og rættindi føroyinga sum ríkisborgarar.
 
Tak ríkisborgararættindini.
 
Tey tryggja, at tú sum ríkisborgari til eina og hvørja tíð hevur javnbjóðis atgongd til allar tænastur í Ríkinum allaðstaðni í heiminum. Legg reyða passið á borðið. Tað er sjálv billettin til tíni ríkisborgararættindini.
 
Hvat skal koma í staðin fyri fyrimunirnar og ríkisborgararættindini, tá loysingardreymarnir eru vorðnir veruleiki?
 
Afturat rættindini í Ríkinum kemur eisini fíggjarliga megin, ið almennu Føroyar hava, orsakað av tí samlaðu veitingini úr Ríkinum, sum táttar í eina milliard krónur um árið. Tað svarar til uml. 8 % av BTÚ í 2010. Til sammetingar fekk landskassin uml. hálva aðru milliard krónur inn í landsskatti í 2010. Hetta svarar til stívliga 12 % av BTÚ.
 
Samstundis vita vit, at landsfíggjarlógin hevur stórt undirskot ár undan ári, og at landskassaskuldin veksur við risaferð.
 
Hvat ætlar formaðurin í Sambandsflokkinum at seta í staðin fyri rættindini og milliardina, sum fer at mangla hvørt einasta ár, tá ið dreymurin skal førast út í lívið?
 
Manngarð um Ríkisfelagsskapin
Útmeldingin á ólavsøku elvir til spjaðing í Sambandsflokkinum og millum sambandsfólk.
 
Tíverri vilja summi ókritiskt fylgja dreymaleiðini, og onkur trýr enntá uppá, at Ríkisfelagsskapurin ongan veg fer kortini.
 
Hinvegin eru tíbetur mong, ið halda fast um góðu sambandsvirðini og kósina, har ið Ríkisfelagsskapurin og tætta samstarvið í Ríkinum borga fyri stabiliteti, vælferð, trivnaði og framburði.
 
Lat okkum sláa manngarð um Ríkisfelagsskapin og sannan sambandspolitikk.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin