Summi vilja ikki ásanna veruleikan, hóast hann er upplagdur, og sjálvt um altjóða stovnar staðfesta veruleikan.
Millum hesi er løgtingsmaðurin Poul Michelsen, sum á Vágaportalinum leikar í, tí at Føroyar njóta gott av kredittvirðinum í Ríkisfelagsskapinum.
Hetta, at kredittvirði Danmarkar kemur Føroyum væl við, hevur altjóða ratingstovnurin Moody’s almannakunngjørt. Ítøkiligi fyrimunurin er, at um Føroyar ikki vóru í Ríkisfelagsskapinum, so hevði Landsbankin verið noyddur at goldið væl meira í rentu fyri lán, sum eru við til at fíggja raksturin av føroyska samfelagnum.
Best hevði verið, um tað slapst undan at taka lán. Men tá ið tey nú verða tikin, so fær tað ikki annað enn verið ein sólstrálusøga fyri Føroya land og føroyingar allar, at rentan er lág.
Men Poul Michelsen vil ikki síggja sólstrálurnar.
Nei, hann trampar og leikar í.
Hví?
Jú, tí talan er um, at DANSKT kredittvirði er ein fyrimunur fyri Føroyar.
Hjá misskiltum nationalistum er alt DANSKT av tí ónda.
Eisini tá, ið fyrimunirnir eru púra opinlýstir fyri øll, skal alt DANSK sendast hagar, ið pipari grør.
Eg veit tað ikki men havi varhuga av, at onkur undirbrotligheit man stinga hógvarnar undan.
Fari at minna á at tað er bert stutt tíð síðani, at Poul Michelsen og misskiltir nationalistar úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og øðrum flokkum ætlaðu sær at yvirtaka alt fíggjarøkið, sum í dag er eitt ríkisfelagsskapsmál.
Bert fáar vikur áðrenn illa gitna heimskreppan á heysti í 2008 brast á, stóðu teir á rað og vildu stovnseta eitt føroyskt fíggjareftirlit og loysa føroysku bankarnar úr trygdarnetinum í danska ríkinum.
Hvat hevði hent, um Poul og hansara felagar fingu sín vilja?
Jú, tá høvdu føroyskir peningastovnar – allir sum ein – farið av knóranum, og allir uppspardir pengar í somu peningastovnum høvdu verið mistir.
Vit høvdu havt íslendskar tilstandir.
Tá høvdu vit staðið pen.
Tíbetur náddu Poul og hansara samsintu ikki at fremja ørvitisyvirtøkuna.
Tí vóru Føroyar væl vardar við bankapakkum innan fyri garðin hjá Ríkisfelagsskapinum, tá ódnin herjaði.
Tí varð Eik Banki, ið ein føroysk leisla stýrdi út á sjógv, endurreistur.
Og tí kundi TF Holding nakrar fáar mánaðir seinni keypa ein reinsaðan og sunnan Eik Banka aftur frá ríkismyndugleikunum.
Alt hetta uttan at føroyskir uppspararar ella skattgjaldarar mistu eitt einasta oyra.
Poul Michelsen eigur at lata eyguni upp og ásanna, at bæði danska kredittvirðið og hetta, at Føroyar eru við í felags fíggjarskipanini í Ríkisfelagsskapinum, eru ovurstórir fyrimunir fyri øll í Føroyum.
Hetta munnu flestu føroyingar ásanna innast inni.
Eisini tey misskiltu.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Les meira:
Landsbankin um ratingina frá Moody's