Ymiskt bendir á, at ætlaða yvirtøkan av føroyska loftrúminum kann koma Føroyum aftur um brekku, um hon verður gjøgnumførd.
Fleiri við mær frykta fyri einari hovsa-yvirtøku sum so mangar aðrar, ið Løgtingið hevur gjørt.
Óvissar upplýsingar og útrokningar
Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot til samtyktar frá Framsókn um at fara undir eina tilgongd, ið hevur til endamáls at yvirtaka føroyska loftrúmið, sum í dag er eitt ríkismál.
Tíverri bendir ymiskt á, at Løgtingið hevur tikið støðu á heldur ivasomum grundarlag.
Orsøkin er fyrst og fremst, at upplýsingar og útrokningar hjá Framsókn, ið er uppskotsstillari, eru heftar við óvissum. Hetta ásannar eisini Framsókn.
Óvissurnar eru her:
- Ongi nágreinilig tøl eru um, hvussu mong flogfør flúgva í føroyskum loftrúmi
- Støddin av avgjøldum, ið flogførini skulu rinda, er óviss
- Inntøkur og útreiðslur, ið standast av at umsita loftrúmið, eru ókendar
- Ivasamt er, hvussu nógv beinleiðis og óbeinleiðis virksemi og arbeiðspláss eru knýtt at umsitingini av føroyska loftrúminum
Kortini stillar Framsókn í útsikt, at yvirtøkan av loftrúminum fær positivar fíggjarligar avleiðingar, ein umsetning á 50-100 mió. kr. árliga, og 50-100 nýggj vitanartung arbeiðspláss til Føroya.
Óvissurnar og útsagnirnar frá Framsókn hanga tíverri ikki saman. Hetta, hóast tilfarið, ið Framsókn hevur útvegað, í mangar mátar er bæði upplýsandi og áhugavert.
Í eini roynd at fáa fleiri og nágreiniligari upplýsingar, ið kunnu lýsa málið nærri, hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg sett flutningsmálaráðharranum fleiri spurningar, ið vónandi kunnu geva nágreiniligari upplýsingar.
Yvirtøka gongur ímóti altjóða ráki
Umsitingin av loftrúminum er eitt víðfevnt mál og má viðgerast við varni og umhugsni.
Eitt nú er sera týðandi, at Føroyar fylgja altjóða rákinum á flogferðsluøkinum. Serføroyskar loysnir, ið ganga ímóti altjóða rákinum, eru ikki skilagóðar fyri nakran.
Hóast undirritaði ikki á nakran hátt er ekspertur innan loftferðslu, so ber væl til at síggja tendensir og rák innan europeiska loftferðslu og umsiting av loftrúmi í okkara parti av heiminum.
Tað, sum í stuttum liggur í kortunum, er, at loftrúmið yvir Europa skal skipast í færri og nógv størri eindir enn í dag. Tær mongu og smáu nationalu eindirnar, ið eru bygdar á landamørk, eru á veg út. Tær eru til bága fyri smidliga og bíligari flogferðslu og -rakstur.
Sostatt er rákið tað øvugta av tí, ið Framsókn og Løgtingið eru bitin av.
Í teirri sonevndu Sesar-ætlanini, sum ES-nevndin setti í gongd í 2008, verður m.a. arbeitt við við hesum broytingum:
- Farast skal frá nationalum loftrúmsøkjum til færri eindir, tvs. størri og funktionellari loftrúm, sonevnd FAB (Funktional Airspace Blocks). Dømi er um, at norska loftrúmið gerast partur av einum størri FAB.
- Loftrúmsumsitingin skal í stóran mun automatiserast, tvs. at arbeiðsplássini gerast færri
- Umsitingarútreiðslur til oftrúmsumsitin, sum fyri tað mesta eru lønir, skulu niður í eina helvt
- Kapping skal fáast á økið, soleiðis at feløg kunnu bjóða uppá loftrúmsumsiting
- Nýtsla av brennievni og flogtíðir á rutunum skulu niður, m.a. tí atlit skulu takast til umhvørvið og CO2-útlát
- Lønsemi og effektivitetur innan loftferðsluna skal sum heild økjast
- Ferðaseðlakostnaðirnir skulu niður
Broytingarnar omanfyri skulu setast í verk í tíðarskeiðnum 2014-2020.
Vert er at leggja til merkis, at hetta fer at kosta ørandi upphæddir.
Sambært óhefta granskingarstovninum Sintef verður talan um eina upphædd á uml. 30 milliardir evrur. Tað eru 223 milliardir krónur.
Melda Føroyar inn í framtíðina
Ætlaða yvirtøkan av føroyska loftrúminum, ið sjálvt tinglimir í Sambandsflokkinum taka undir við, er í beinleiðis andsøgn við rákið innan altjóða loftferðslu.
Enn eina ferð skulu serføroyskar loysnir uppfinnast.
Og hví?
Jú, helst er tað tí, at tað verður mett at vera mannsligt at fremja yvirtøkur.
Ella, sum Tjóðveldi málber seg: "Ongin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm".
Helst er tað Misskilt Nationalisma, ið drívir verkið. Og so er tað líka mikið, hvørjar avleiðingarnar verða.
Mín spurningur er:
Skulu Føroyar melda melda seg inn í fortíðina, tá tað snýr seg um umsiting av loftrúminum?
Ella skulu vit gerast partur av framtíðini?
Valið átti at verið einfalt.
Sambandsflokkurin á Christiansborg
Edmund Joensen, fólkatingsmaður