29. apríl 2012

Blaðstjórin, fólkatingsmaðurin og spinndoktarin

Undirritaði hevur ikki tørv á, at Miðlahúsið profilerar og marknaðarførir mín persón ella politikk. Mær nýtist onga hjálp á politisku kumpassini. T.d. havi eg ikki skift millum fulveldisflokk og ein sonevndan samríkisflokk, ella umvent. Men eg havi serstakliga dugnalig fakfólk at heita á. Sjúrður Skaale hevur minst trý fólk arbeiðandi hjá sær. M.a. ein fyrrverandi kringvarpsmann, sum eisini hevur arbeitt hjá Eiriki Lindenskov, ið gongur fyri at vera "óheftur viðmerkjari" í almenna Kringvarpinum

Stundum stendur man sum kánus.

 
Man spyr seg sjálvan, hví og hvussu ein blaðstjóri fær seg til at vera størsti stuðulin hjá ávísum politikara og politiskum flokki.
 
Ítøkiliga hugsi eg um, hvussu Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, selur út av journalistiskum prinsippum í Miðlahúsinum til fyrimuns fyri Sjúrð Skaale og Javnaðarflokkin.
 
Tað gongur sjón fyri søgn.
 
Politisku og persónligu vinmenninir - blaðstjórin og fólkatingsmaðurin - hava eitt væl smurt politiskt samstarv. Aksin gongur av Fólkatingi, í Miðlahúsið, og víðari út til lesarar og lurtarar.
 
Seinastu vikurnar er samstarvið framt í verki í oddagreinum og ljótum tekstum í Sosialinum og á Facebook.
 
Karaktermorð og dæmonisering
Sum vera man eru vit báðir fólkatingsmenn ósamdir um ymiskt í politikkinum.
 
Soleiðis vil tað vera, tá ið fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er fullveldismaður, meðan undirritaði er sambands- og ríkisfelagsskapsmaður.
 
Tá ið politisku meiningarnar brótast, sum til dømis í makrelmálinum, spurninginum um Ríkisveitingina og annað mangt, henda tvey ting.
 
Annað er, at fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin flytir fokus frá politikkinum. Í staðin leggur hann aftur og aftur á navngivnan persón, ið røkir sítt borgarliga starv sum ráðgevi.
 
Kalt og systematiskt karaktermyrðir og dálkar hann umdømið hjá einum medmenniskja.
 
At ein fólkavaldur í síni valdmiklu positión, við sínum immuniteti og framíhjárættindum rekur slíka heksajakt, er skammiligt.
 
Fjalir seg handan "pressufríheit"
Hitt, sum útloysist automatiskt, tá ið vit fólkatingsmenn hava onkra ósemju, kemur frá Eiriki Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum.
 
Eisini hann leypur á summi, ið honum ikki dámar.
 
Í mangar mátar hevur Eirikur Lindenskov tikið tráðin upp eftir Óla Breckmann , tá ið hesin var í vellmaktini á Dagblaðnum. Hetta er hent, eftir at sami Lindenskov frysti tann dámliga, hóvliga og sakliga Jan Müller út úr Miðlahúsinum.
 
Munurin millum Óla og Eirik er, at Óli var politikari um ein háls. Hann gekk ikki undir følskum vørumerki. Duldi ongantíð fyri, hvar ið hann stóð politiskt.
 
Eirikur hinvegin fjalir seg aftan fyri "pressufríheit" og "ópartískheit".
 
Í politiskt opportunistiskum oddagreinum stinga skitnir hógvar undan. Á síðu 2 í blaðnum hevur blaðstjórin ein pall, har ið hann kastar rotin egg eftir teimum, hann ikki dámar ella er ósamdur við.
 
Hetta hevði ikki komið fyri í tíðini hjá Jan Müller.
 
Stundum trýstir maðurin eisini sínar mangan perfidu greinar út í føroyskt loftrúm umvegis Rás2.
 
Portalurin er eisini mangan staðið, har ið blaðstjórin og fólkatingsmaðurin válka sær og dæmonisera fólk, ið ikki hava møguleika at verja seg ella svara fyri seg.
 
Tað nýggjasta er, at blaðstjórin hjálpir sínum fólkatingsmanni á Facebook við politiskum og persónligum álopum.
 
Alt hetta ger Eirikur Lindenskov í navninum hjá "frælsu pressuni".
 
"Óheftur viðmerkjari"
Sum blaðstjóri hevur Eirikur Lindenskov vald til at gjøgnumsúrga Miðlahúsið við sínum politisku tankum og ljótu persónsálopum.
 
Blaðstjóravald skal umsitast samvitskufult, og tað krevur persón við formati.  Har manglar nógv í.
 
Hetta fær man ikki gjørt nakað við. Og ongin fær vart seg. Man kann bara vísa á, at tað, sum fer fram, er fullkomiliga burturvið.
 
Hinvegin eiga leiðarar í Kringvarpinum at gera nakað við, at hitt skattafíggjaða Kringvarpið brúkar sama Eirik Lindenskov sum "óheftan" og "ópolitiskan" "viðmerkjara" til alt møguligt, ið fer fram í politikki.
 
Tað er ómetaliga álvarsligt, at ein almenn mikrofon er til taks hjá "viðmerkjaranum", sum tveitir um seg við atfinnandi "analysum" av politiskum mótstøðufólkum. Eisini her stinga skitnu hógvarnir undan.
 
Hetta er ein álvarslig hóttan ímóti trúvirðinum hjá Kringvarpinum, ið vit øll eiga og gjalda fyri. Kravið má vera, at viðmerkjarar við duldum politiskum dagsskráum ikki sleppa fram at mikrofonini. Tað má ikki koma fyri.
 
"Spunareiður" ella arbeiðspláss hjá fakfólki? 
Blaðstjórin og fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hava ilt av, at undirritaði - eins og stórt sæð allir framstandandi politikarar - hevur fakfólk at hjálpa sær at fáa persónliga politiska boðskapin so rætt og týðiliga fram sum gjørligt.
 
Teir báðir vilja undirgrava, at mín politiska skriving og munnligu politisku innlegg lýsa mínar egnu persónligu politisku meiningar og áskoðanir.
 
Til hetta er at siga, at mær nýtist onga hjálp til at finna út av, hvar eg standi politiskt. T.d. havi eg ikki skift millum fulveldisflokk og ein sonevndan samríkisflokk, ella umvent. Og eg havi heldur ikki brúk fyri, at Miðlahúsið profilerar og marknaðarførir mín politikk. Mær tørvar ikki blaðstjóran í Miðlahúsinum sum marknaðarleiðara.
 
Tað framúr ússaliga er, at teir báðir javnaðar-vinmenninir tiga burtur, at Sjúrður Skaale hevur í minsta lagi trý fólk á einari skrivstovu á Christiansborg. Teirra millum er ein fyrrverandi kringvarpsmaður, sum eisini hevur arbeitt hjá Eiriki Lindenskov. Eisini her er óhóskandi bland millum politikk og "tíðindavirksemi".
 
Um vit brúka tankagongd og orðalag hjá Eiriki og Sjúrði eina løtu, so mugu spurningarnir vera á leið hesir: Er spøkilsið á Christiansborg ein spinndoktari? Ein politiskur kúlustoypari? Ein leigusveinur uttan integritet, sum ger alt fyri pengar? Ein, ið førir Sjúrð í óføri?
 
Nei, hetta kann ikki vera mátin. Tí sjálvandi er politikarum loyvt at hava fakfólk, ið gera eitt proffessionelt arbeiði.
 
Hetta, sjálvt um fakfólkini arbeiða fyri tveir, sum karaktermyrða og misbrúka sínar positiónir í samfelagnum.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambansflokkin