21. apríl 2012

Reyða stjórnin ætlaði at stuðla ES-revsitiltøkum móti Føroyum

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Samráðingar millum andstøðuna og reyðu donsku stjórnina vísa, at stjórnin ætlaði at stuðla ES í møguligum revsiatgerðum móti Føroyum orsakað av makrel-ósemjuni. Vinstri og Sambandsflokkurin hava trýst stjórnina til at halda fingrarnar vekk frá atkvøðuknappinum. Nei-atkvøðan hjá Aksel V. Johannesen í Europanevndini í gjár var berur signalpolitikkur

Júst heim aftur komin eftir enn eina arbeiðsviku á Christiansborg, hoyrist Útvarpið hjá Kringvarpinum senda eina fantastiska søgu í gjárskvøldið, t.e. fríggjakvøldið.
 
Lat meg siga tað beinanveg: Útvarpið hevði tíverri ikki sett seg inn í málið, og tí vóru tíðindini beinleiðis villeiðandi.
 
Edmund, Aksel og Europanevndin

Útvarpssøgan var um Edmund Joensen, Aksel Johannesen (hann er vikarur fyri S. Skaale) og ein fund í Europanevnd Fólkatingsins um víðagitnu makrel-ósemjuna.
 
Nevndin hevði í gjár, t.e. fríggjadagin, fund um, hvussu sosialdemokratiska stjórnin skal atkvøða í komandi viku.
 
Tá fer ES-ráðharraráðið, har ið Danmark hevur formansskapin, væntandi at geva ES-nevndini heimild til at brúka eitt amboð, ið m.a. hevur til endamáls at revsa Føroyar orsakað av makrel-ósemjuni.
 
"Møtti ikki á fundi"
Sjálvt um veruleikin sjáldan er einfaldur, bar innslagið í Útvarpstíðindunum ein sera einfaldan boðskap - nevniliga, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er einasti føroyingur á Christiansborg, ið verjir føroysk áhugamál í makrelmálinum.
 
Grundgevingin hjá Útvarpinum var eisini sára einføld.
 
Aksel Johannesen atkvøddi í nevndini ímóti, at sosialdemokratiska stjórnin ætlar at atkvøða blankt í ráðharraráðnum.
 
Útvarpskvinnan upplýsti eisini, at fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum "møtti ikki á fundi" í nevndini.
 
Og so fortaldi Útvarpið harafturat, at Vinstri-flokkurin, ið samstarvar við Sambandsflokkin, stuðlar sosialdemokratisku stjórnini.
 
Hesar tríggjar upplýsingar verða einfalt lagdar saman og varpaðar út.
 
Onki við at seta spurnartekin við nakað.
 
Endiliga ikki finna út av nøkrum samanheingi, ið kann forklára nakað.
 
Nei, nei.
 
Gev fólki fatan av, at Aksel er politiskt reystmenni, meðan Edmund ikki hirðir at møta á fundi - og at Vinstri-flokkurin er í parti við sosialdemokratisku stjórnini.
 
Gerið so væl tit. Komið og fáið tykkum. Etið alt rátt!
 
Symbolskur fundur
Sjálvt um innslagið m.a. umrøddi undirritaða og setti meg í eitt negativt ljós, so ómakaði útvarpskonan sær ikki at ringja til mín fyri at hoyra míni sjónarmið.
 
Um hon hevði gjørt tað, so kundi eg gjørt eina roynd at sett hana inn í, hvussu politikkur verður rikin á Christiansborg.
 
Fakta er, at fundurin í Europanevndini í gjár, í besta føri, hevði symbolskan týdning fyri onkran, ið vildi reka signalpolitikk úr Keypmannahavn til Føroya. Hetta rópa tey eisini spinn.
 
Spurningurin um, hvussu stjórnin fer at atkvøða í komandi viku, varð avgjørdur frammanundan.
 
Stjórnin ætlaði at stuðla ES-revsitiltøkum 
Á fleiri fundum hevur Vinstriflokkurin - í sera tøttum samstarvi við Sambandsflokkin á Christiansborg - lagt trýst á stjórnina.
 
Sosialdemokratiska stjórnin ætlaði sær upprunaliga at atkvøða FYRI revsiamboðnum hjá ES! Hesum hevði hon meiriluta fyri.
 
Hevur nakar hoyrt so skaft?!
 
Stjórnin, sum Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale eru garantar fyri, ætlaði at stuðla revsiatgerðum móti Føroyum!
 
Tíbetur boygnaði reyða stjórnin undir trýsti frá 46 fólkatingslimum úr Vinstraflokkinum, sum verja fyri Ríkisfelagsskapinum.
 
Tí var longu áðrenn fundin í Europanevndini greitt, at sosialdemokratiska stjórnin fer at halda fingrarnar frá atkvøðuknappinum, tá ES-ráðharraráðið væntandi samtykkir revsiheimildina.
 
Tí kundi Vinstriflokkurin í gjár nikka til tað, ið stjórnin sleppur at gera í næstu viku.
 
Politiska handverkið var yvirstaðið áðrenn fundin, og arbeiðið hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg var liðugt.
 
Restin var spæl fyri gallarínum.
 
Nei-atkvøðan hjá Akseli Johannesen í Europanevndini var eisini avstemmað frammanundan.
 
Signalpolitikkur og heit luft.
 
Samráðingar upp á hægri stig
Ein týðandi boðskapur hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg í makrel-málinum er hesin:
 
Reyða danska stjórnin eigur sum ES-formansland at ávirka ES tann vegin, at samráðingar um makrelfiskiskapin kunnu lyftast upp á hægri politiskt stig. Hetta hevur eitt nú uttanlandsnevndin í Løgtinginum áður mælt til.
 
Tann mátin varð brúktur í 1996, tá líknandi ósemja var um norðhavssildina. Tá varð málið loyst við einari semju - uttan nøkur revsitiltøk frá nakrari síðu.
 
Landsstýrið má sum samráðandi partur arbeiða aktivt fyri hesum sama. Tað nyttar onki at siga, at nú koma vit ikki víðari. At leggja seg upp afturá, meðan onnur leggja saman ráð móti okkum, er ikki haldført.
 
Føroyar mugu og skulu hava normal viðurskifti við onnur lond. Tað líkist ongum, at makrelfiskandi tjóðir ikki semjast um at býta tilfeingið.
 
Munadyggar telvingar á politiskum stigi skulu tryggja føroyingum sín rímiliga part av makrelinum, og tær skulu eisini tryggja okkum frið við grannar og samstarvsfelagar í Europa.
 
Nú mugu vit koma víðari!
 
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin