18. september 2019
Mær hevur altíð dámt væl at fingist við urtagarðsarbeiði. At síggja tað, ið sáað verður, menna seg til sjálvstøðugar verur. At síggja trøðini skapa lívd, so viðbreknu verurnar veruliga sleppa at blóma. Eisini í politikki er umráðandi at sáa væl og skapa karmar fyri góðum gróðri.
Fyri 25 árum síðani, tann 15. september 1994, varð eg valdur til løgmann, tá samgonga var skipað millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina. Veðrið var av tí allar fagrasta hendan dagin, men umboðaði als ikki støðuna í føroyska samfelagnum, sum lá í skeljasori.
25 ár seinni hevur Bárður á Steig Nielsen skipað samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Samgongan er skipað fríggjadag 13. Harafturat er sjálvt samgonguskjalið undirskrivað 14. september – 73 ára dagin hjá fólkaatkvøðuni – í ringasta ódnarveðri.
Hetta minnir meg um eina søgu um ein mann í Vík, vanliga nevndur Skipper. Mennirnir, sum silgdu við honum, plagdu at fortelja, at tá veðrið var gott, hevði Skipper gron. Orsøkin skuldi vera, at tá kundi veðrið bara gerast verri. Men tá veðrið var av tí allar ringasta, tá var lagið á Skipperi gott. Tá spældi hvør fingur í honum, tí tá kundi alt bara gerast betri.
Sama er at siga um samgongurnar hjá okkum báðum, Bárði og mær. Tá eg tók við landsins leiðslu í 1994 var veðrið av tí allar fagrasta, men landið var í svárari kreppu. Nú Bárður tók við landsins leiðslu var veðrið av tí allar ringasta, men samfelagið blómar og Føroyar hava ongantíð verið so væl fyri.
Nú eg mynstri av í Løgtinginum, sæst, at væl er sáað. Fjóðringsøld er farin síðani føroyingar í hópatali flýggjaðu undan kreppuni í Føroyum. Tá búðu 45.000 fólk í Føroyum og fólkatalið bara minkaði. Í dag búgva 52.000 fólk í Føroyum, og talið bara veksur. Tá stóðu mong hús tóm, tí fólk rýmdu undan skuld og arbeiðsloysi, nú er fólkavøksturin so stórur, at størstu avbjóðingarnar í Føroyum eru bústaðartrot og vantandi arbeiðsmegi.
Eg ynski Bárði á Steig Nielsen hjartaliga til lukku við løgmansembætinum og ynski somuleiðis allari samgonguni blíðan byr við orðunum hjá Rasmusi Nielsen, sum møta mær, hvørja ferð eg fari á skrivstovu mína á Christiansborg.
Pluk ikke frugten, førend den er moden.
Skal ukrudt luges op, saa glem ej roden.