21. januar 2020

Føroyska løgreglan raðfestast

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, ynskir, at føroyska løgreglan verður raðfest, nú flokkarnir á Fólkatingi eru farnir undir samráðingar um nýggja avtalu fyri løgregluna.

 

Í november var Edmund Joensen á fundi við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, og greiddi honum frá avbjóðingunum hjá føroysku løgregluni. Nú samráðingarnar eru byrjaðar um nýggja semju um løgregluna, hevur Edmund Joensen sett løgmálaráðharranum, Nick Hækkerup, fyrsipurning.

Edmund Joensen vísir á, at væntandi raðfesting av føroysku løgregluni hevur við sær, at avlurtingarpakkin, sum var samtyktur í 2015, ikki er farin at virka enn. Harafturat eru KT-skipanirnar hjá føroysku løgregluni ikki dagførdar og umstøðurnar til skotvenjing í Føroyum eru ikki nøktandi.

Raðfestingarnar hjá Ríkisløgregluni fáa ikki nógva viðgerð og rúmd í almenna orðaskiftinum í Føroyum, tí bæði myndugleikin og játtanin er donsk. Tí er umráðandi, at føroysku fólkatingslimirnir virka fyri hægri raðsfesting av løgregluni í Føroyum.