07. februar 2020

Ein er tíðin at dansa

Føroyar eru endaðar sum miðdepil í stórpolitikkinum um Arktis. Stórveldini Kina og USA royna at trýsta okkum úr hvør sínum heraðshorni. Í staðin fyri at lata stórveldini stríðast um okkum, eiga vit at brúka hesa støðu til okkara fyrimun.

Ein er tíðin at dansa. Soleiðis stendur í bíbliuni og júst nú er løtan at gera okkum dælt av stórpolitiska stríðnum vit eru endað í. Vit eiga at smíða meðan jarnið er heitt og brúka støðuna til at knýta okkum nærri at vesturheiminum við teimum virðis- og marknaðarfyrimunum tað hevur við sær.

5G verður til verjupolitikk

Uttanríkispolitiskt síggja og uppliva vit, hvussu stórveldini USA, Kina og Rusland berjast um ávirkan í Arktis og Norðuratlantshavi. Serliga USA og Kina hava víst okkum áhuga. Orsøkin er ætlaða kinesiska innrásin í okkara parti av heiminum. Ætlanin hjá Føroya Tele at lata kinesiska telerisan, Huawei, útbyggja 5G-netið í Føroyum er vorðið eitt heitt epli. Ein handilslig kinesisk innrás, sum kann fáa stórar verjupolitiskar avleiðingar.

Vit vera sum eitt lítið land trýst til at gera sum stórveldunum hóva. Handilspolitikkur er blivin til trygdar- og verjupolitikk.

Sendiharrar á fríggjaraferð

At Føroyar eru vorðnar miðdepil í stórpolitiska stríðnum um Arktis og Norðuratlantshav er týðiligt, tá hugt verður eftir sendiharravitjanunum hjá bæði Kina og USA. Fyrr var vanligt, at sendiharrar komu á kurteisivitjanir í Føroyum. Áhugin bæði frá sendiharrunum og Føroyum var avmarkaður.

Nú koma fyrst amerikanski sendiharrin, Carla Sands, og síðani kinesiski sendiharrin, Feng Tie, til Føroyar kropp at kroppi fyri at ávirka støðutakanina hjá føroyskum myndugleikum og fyritøkum.

Virðisstríð

Fyri okkum er hetta tó ikki bara eitt stríð millum Kina og USA um ávirkan í Arktis og Norðuratlantshavi. Hetta er annað og meira enn tað.

Vit uppliva næstan dagliga, at Kina ikki virðir vesturlendsku hugsjónirnar. Okkara frælsi og fólkaræði.

Herfyri vildi kinesiski sendiharrin í Danmark hava eina almenna umbering fyri eina, eftir hansara tykki, niðrandi illustratión í JyllandsPosten. Hana fáa hann og kinesiska fólkið ikki. Sendiharrin vísti á, at illustratiónin skaðar viðurskiftini millum Danmark og Kina, sum í ár hava havt diplomatiskt samband í 70 ár.

Kinesiski sendiharrin hevur eisini roynt at steðga donskum myndugleikum í at loyva einari standmynd frammanfyri Christiansborg. Standmyndin er ein moralskur stuðul til mótstøðufólkini í Hong Kong. Tað hóvar heldur ikki Kina og kinesiska sendiharranum.

Hesi eru bara tey bæði nýggjastu dømini um, hvussu Kina roynir at sensurera kina-kritikkarar í okkara parti av heiminum.

Stríðið um í Arktis og Norðuratlantshavi er ikki bert eitt stríð um peningalig virði og vald, men eisini eitt stríð um grundleggjandi fólkaræðislig virði.

Velja vesturheimin

Tá amerikanski forsætin, Donald Trump, sendir umboð sítt í danska kongaríkinum at ávara og leiðbeina føroyingar um 5G-netið og kinesiski leiðarin, Xi Jinping, sendir umboð sítt til Føroyar at ávirka støðutakanina í Føroyum til teirra fyrimun, so leikar á stórpolitiskt.

Í mínum hugaheimi er ongin ivi um, hvar okkara virði liggja. Føroyar eru partur av vesturheiminum. Vit, londini í vesturheiminum, hava eitt felags virðisgrundarlag. Fríði heimurin er okkara, og tí má okkara støða takast út frá tí veruleika.

Leggja okkara egna putlispæl

Ein er tíðin at dansa – og hon er nú! Vit eru vorðin ein týdningarmikil brikkur í stórpolitiska putlispælinum – og tað skulu vit brúka til egnan fyrimun. Vit eiga at knýta okkum tættari at vesturheiminum. At brúka stórpolitisk amboð og tryggja okkum betri atgongd til vesturlendsku marknaðirnar.

Stóri áhugin frá stórveldinum gevur okkum ein samráðingarfyrimun. USA ynskir ikki, at vit skulu knýta okkum til Kina umvegis nýggja 5G-netið. Hinvegin er Kina ein stórur marknaður hjá okkum, og um vit vraka Huawei sum veitara av 5G-netinum, eru handilsviðurskiftini við Kina í vanda. Um USA ynskir at avmarka okkara marknaðaratgongd til Kina við at vraka Huawei sum veitara av 5G-netinum, mugu vit sleppa inn á amerikanska marknaðin.

Vit útflyta eisini fyri meira enn tvær milliardir krónur til Ruslands um árið. Eitt land, sum Danmark umvegis ES er í handilsstríði við. Trupulleikin hjá okkum er tó, at verandi handilsavtala millum Føroyar og ES avmarkar føroyska útflutningin til ES-marknaðin. Tí mugu vit troyta aðrar marknaðir – millum aðrar tann russiska og kinesiska marknaðin.

Frí marknaðaratgongd

Vit eiga at taka upp samráðingar við ES og USA á hægstu rók. ES og USA skylda okkum at lata teirra marknaðir upp fyri okkum – uttan forðingar. Hetta fyri, at vit veruliga kunnu kenna okkum sum part av vesturheiminum og fyri at hjálpa okkum við at gerast minni bundin av marknaðunum í Ruslandi og Kina. ES og USA mugu fáast at skilja, at avmarkaðu handilsavtalurnar vit hava við hesar marknaðir eru orsøkin til, at vit mugu troyta marknaðirnar í Kina og Ruslandi.

Avmarkaðu handilsmøguleikarnir hjá okkum hava viðført, at handilin eystaneftir er vorðin ein trygdarpolitiskur spurningur. Við størri marknaðaratgongd til vesturheimin, ES og USA, verða vit minni bundin av marknaðinum eystanfyri, og handilin við Rusland og Kina kann gerast til eitt handilsligt samband uttan verju- og trygdarpolitiskar bindingar. Betri handilsligt samband við vesturheimin er tí ein win-win støða hjá bæði Føroyum og stóru marknaðunum í vesturheiminum, ES og USA. Vit fáa størri marknaðaratgongd, meðan ES og USA sleppa undan verjupolitiska óttanum í Arktis og Norðuratlantshavi, sum hevur verið sjónligur seinastu mánaðirnar.

Við verju- og trygdarpolitisku støðuni í huga, og Føroyum at gagni, eiga vit tí at brúka íkomnu støðuna sum brikkur í stórpolitiska spælinum til at tryggja okkum fríari marknaðaratgongd til ES og USA. Nú er tíðin at dansa.