22. juni 2020
Tað vóru sorgarboð, ið bórust mær hósdagin í farnu viku. Per er farin. Maðurin, pápin, sonurin, journalisturin, men fyri meg fyrst og fremst vinurin, er farin. Bert 49 ára gamal.
Góði Per.
Ikki hevði eg væntað, at eg skuldi skriva minningarorð um teg. Ein mann í bestu árum. Tað kennist ikki rætt. Eg eri meira enn fjórðingsøld eldri enn tú. Tað átti at verið øvugt.
Tú hevur drigist við heilsutrupulleikar stóran part av lívinum, men ta styrkina tú ikki hevði kropsliga, hevði tú sinnisliga. Tú hevði mót uppá lívið. Stóð ongantíð í stað, og onki tóktist óført hjá tær. Tú koyrdi bara á. Ongin gav sær far um, at likamið argaði viðhvørt. Tú læt tær ikki sjúkuna lynda, men at enda gjørdist bardagin ov stórur, og sjúkan vann.
Tú hevur verið mær ein góður vinur og dyggur stuðul í so mong ár. Tað er óskiljandi, at tú ikki ert longur. Seinasta tíðin hevur tó verið stríggin, og eg uggi meg við, at tú nú hevur fingið frið.
Mánadagin ringdi Maikin og segði mær, hvønn veg tað bar hjá tær. Lukkutíð var eg júst lendur í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð síðani koronufarsóttin fór at herja um okkara leiðir. Eg fór beina leið á Bispebjerg Hospital at siga tær farvæl.
Hendan løtan er ein teirra, ið festir seg í minnið. Í meira enn ein tíma hildu vit í hondini á hvørjum øðrum. Vit samskiftu, hóast tú ikki átti orð. Men egnabráið segði mær, at tú skilti. Skilti, hvussu nógv eg helt av tær. Men eisini, at endin var nær.
Dugdi alt og kundi alt
Eg minnist einu ferðina vit skuldu gera eina upptøku í sambandi við Náttúrulundina við Streymin. Vit vóru farnir í bátin og stimaðu aftur og fram við brúnna, so myndirnar gjørdust so nógvar og góðar sum gjørligt. Tú bað um at verða settur av á einum av stabbunum undir brúnni, so tú kundi filma, meðan eg stimaði framvið. Streymhart var. Eg gav mær ikki far um vandan, ið kundi standast av hesum. Hevði tú fingið eitt herðindi tá, hevði tað ikki verið lukkuligt. Men tú læt ikki sjúkuna stýra tær. Tvørturímóti læt tú henni ikki við teg koma og livdi lívið til fulnar. Eisini ta løtuna.
Eg minnist, at tá tú onkuntíð kundi gerast móður kropsliga, kundi tú bara leggja teg niður eina lítla løtu, løða, og so var tað áfram við fullari ferð aftur. Tú hevði altíð nógv jørn í eldinum, og alskurin til lívið var stórur.
Tú hevði nøs fyri politikki. Útbúgvin journalistur, arbeitt á flestu miðlum í Føroyum og var eisini partur av Tíðindastovuni á Christiansborg. Flestu minnast teg helst frá ótroyttiliga dekninginum, tá fullveldissamráðingarnar koyrdu uppá tað harðasta á Christiansborg síðst í farnu øld. Eisini vart tú miðlaráðgevi í táverandi Eik Banka og hjá Tórshavnar kommunu.
Vit komu at kennast, eftir at eg var valdur á Fólkating í 2007, og tú komst at arbeiða á skrivstovuni hjá mær. Vit funnu beinanvegin stevið, og okkara arbeiði er væl skjalprógvað í bókini tú skrivaði um tíðina, Okkara maður á Christiansborg.
Tá eg var afturvaldur í 2019, vart tú skjótur inni á Christiansborg aftur. Tað er løgið at hugsa sær, at tú vart við til setanarorðaskiftið á Fólkatingi í oktober – og nú endaorðaskiftið er í dag, ert tú ikki longur okkara millum.
Familjumaður og vinur
Tað var skjótt, at tú fórt frá at vera starvsfólk til at vera vinur. Ikki bara hjá mær, men allari familjuni. Vit hava havt mangar góðar løtur saman – bæði heima hjá okkum á Oyrarbakka og í hugnaligu íbúðini hjá tykkum á Christianshavn. Vit hava eisini mangan ferðast saman – bæði í arbeiðsørindum og privat. Mangar ógloymandi løtur – fyri bæði meg og Edfríð.
Góðu Ingrid, Artur, Barba og Hákun. Pápi tykkara er farin, men minnini eiga tit rík. Tit skulu vita, at pápi tykkara hevur sett varðar eftir seg. Fyrst og fremst í tykkum, hansara kæru børnum, men sanniliga eisini í samfelagnum. Hann var vitugur og arbeiðssamur sum fáur.
Góðu Nicolina og Johan Eli. Seinastu árini hava verið tung hjá tykkum. Ongi foreldur eiga at siga barni sínum farvæl. Mínir tankar eru hjá tykkum og familjum tykkara í hesi sváru tíð.
Góða Maikin. Tú hevur altíð staðið sum ein klettur undir liðini á Peri. Meðan hann alsamt gjørdist veikari, gjørdist tú sterkari. Tú gjørdist einsamøll við børnunum, áðrenn tú gjørdist einkja. Eg veit, at sorgin er stór. Og ongi fløvandi orð kunnu fylla tómrúmið tú kennir eftir Peri beint nú. Men Per livir víðari í tær og tínum kæru børnum.
Góði Per. Takk fyri tíðina tær untist her á fold.
Hvíl í friði, kæri vinur
Edmund Joensen