Valdagurin nærkast, og tað er umráðandi, at veljarar vita, hvat ið teir fáa, um atkvøðan fer til Sambandsflokkin.
Mín politiska missión í Løgtinginum er at økja inntøkurnar, og tað ber væl til. Við øktum inntøkum skulu vælferðartænastur til føroyingar styrkjast. Og so skal samstarvið í Ríkisfelagsskapinum støðugt útviklast.
Sum eg síggi tað, má okkara flokkur savna seg um síni grundleggjandi virði, tá setast skal út í kortið fyri komandi valskeið.
Grundsúlurnar eru tann sosial-liberala stevnan, Ríkisfelgsskapur og hitt kristna mentanargrundarlagið.
Um flokkurin er trúgvur ímóti sær sjálvum, gongst honum væl.
Fólk skulu vita, hvar ið tey hava Sambandsflokkin, og tað fari eg at stríðast fyri.
Edmund Joensen, valevni fyri Sambandsflokkin