20. oktober 2020
Stórveldini vísa í størri og størri mun vísa áhuga fyri okkara norðurlendska øki. Tí eigur okkara uttanríkispolitikkur eisini í størri mun at snúgva seg um Arktis, og norðurlond mugu arbeiða betur saman verjupolitiskt.
Tvey aðalorðaskifti vóru í fólkatingssalinum týsdagin, 20. oktober 2020: um Arktis og um NORDEFCO, sum er verjupolitiska samstarvið millum norðurlond – Danmark, herundir Føroyar og Grønland, Noreg, Svøriki, Finnland og Ísland.
Ríkisfelagsskapurin er við Føroyum og Grønlandi eitt arktiskt stórveldi, og vit kunnu fáa avgerandi geopolitiska ávirkan, serliga tá talan er um Arktis. Stórveldini vísa okkara región stóran áhuga, og tí eigur Arktis at fylla nógv meira í okkara uttanríkispolitikki og í kjakinum um framtíðar uttanríkispolitikk. Ja, Arktis eigur at verða raðfest nógv hægri í okkara uttanríkispolitikki.
Av somu orsøk er tað eisini serstakliga týdningarmikið, at norðurlond samstarva verjupolitiskt. Eitt slíkt samstarv er skipað - NORDEFCO – og sjálvt um norðurlondini hava ymiskar fortreytir at vera við í NORDEFCO, so eru londini felags um landafrøðiliga og mentanarliga nærleikan. Vit hava tí ein felags áhuga í – og hava skyldu til – at halda saman og at styrkja samstarvið enn meira, tá vit sum nú eru í brennidepilinum, og stórveldini vísa okkum stóran áhuga.
Lesið røðuna hjá Edmund Joensen um arktis her. Og røðuna um norðurlendska verjupolitiska samstarvið, NORDEFCO, her.