10. november 2020
Føroyingar, ið ynskja at opna eina bankakontu í Danmark, verða í dag møttir av ávísum avbjóðingum, og tað kann vísa seg at verða trupult at fáa í verk. Tí hevur Magnus Rasmussen, varamaður í Fólkatinginum fyri Edmund Joensen, í dag spurt vinnumálaráðharra Simon Kollerup um hann kann greiða frá, hvørji rættindi og hvørjir møguleikar føroyingar, búsitandi í Føroyum, hava fyri at stovna eina bankkontu í Danmark.
Harafturat er ráðharrin biðin um at greiða frá um nýggja lógin, ið er ávegis, og sum ger tað lættari hjá føroyingum at fáa eitt danskt CPR-nummar, fer at hava nakra ávirkan á atkomuligheitina hjá føroyingum at stovna danska bankakontu.
Lesið spurningin her.