Hoyrdi tú orðaskiftið um uttanlandspolitikk í Løgtinginum – og legði tú til merkis bluffið hjá loysingarflokkunum?
Tey billa fólki inn, at EFTA-limaskapur er tað einasta rætta fyri Føroyar og føroyskar fyritøkur.
Veruleikin er tó øvugtur.
EFTA gevur ikki tollfrælsi í ES
Fakta er, at sonevnda EBS-avtalan, ið er grundarlagið undir handli millum EFTA og ES, fevnir IKKI um tollsamstarvið í ES (tolluniónina) - og heldur IKKI um handilspolitikkin hjá ES.
Fakta er harumframt, at Føroyar lúka ikki treytirnar fyri limaskapi í EFTA sambært grein 56 í Vaduz-sáttmálanum.
Og tað er eisini fakta, at EFTA vil ikki hava Føroyar við. Longu í 2008 setti EFTA-landið Schweiz seg alment ímóti tankanum um limaskap fyri Føroyar.
Kortini trútta loysingarflokkarnir niður í fólk – og fjølmiðlar svølgja tað rátt – at EFTA-kósin er tann rætta.
Hetta er óseriøst út um alt sømiligt mark.
Nærkast ES í staðin
Føroya land eigur sum útflytari av fiskavørum sjálvandi at nærkast Europasamveldinum. Tað er rætta kósin.
Hví? Jú, tí tað er í ES, at okkara fyritøkur tjena flestu pengarnar heim til Føroya. Uml. 90 % av uttanríkishandlinum er við Europa, og uml. 60 % av útflutningsvirðinum stavar frá ES-marknaðinum.
Ein analysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt, vísir, at føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann – varliga mett – tvífaldast.
Treytin er, at handilsviðurskiftini við ES gerast nógv fríari, og at føroyskar fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur til ES-marknaðin.
Stóra búskaparliga potentialið liggur í at nærkast ES, og tey, sum ikki vilja hoyra og síggja hetta, hava proppar í oyrunum og bind fyri eyguni.
Beinleiðis samráðingar við ES-nevndina
Mítt politiska tilmæli er, og hevur verið í mong ár, at Føroyar mugu í beinleiðis samráðingar við ES-nevndina.
Ikki færri enn tveir táverandi ES-kommisserar (annar teirra, finlendingurin Olli Rehn, hevði ábyrgd av at samráðast við nýggj ES-limalond) hava á fundi við undurritaða váttað, at tað er ikki óhugsandi, at ein smidlig loysn kann finnast fyri Føroyar, so okkara fyritøkur koma upp um tollgarðin hjá ES uttan at missa ræðið á fiskivinnupolitikkinum.
Hetta er garðurin, ið steðgar okkara fyritøkum í at tjena stórar pengar og forðar fyri, at arbeiðspláss í hópatali kunnu koma her heima hjá okkum.
Loysingarflokkarnir fara framhaldandi at bluffa og avbyrgja Føroyar við loysing-fyrst-politikkinum.
Løgtingsfólk mugu taka propparnar úr oyrunum og bindið frá eygunum.
Inntøkumøguleikar og arbeiðspláss liggja í at nærkast ES.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin