09. apríl 2015

Verja fólkið ímóti politikarum

Stórur vandi er á ferð, nú politikarar ætla at taka fríu og demokratisku valskipanina frá fólkinum, tí teir sjálvir vilja sleppa at avgera, hvør ið skal veljast í Løgtingið

Ávaringarlampur blunka, nú fría føroyska valskipanin aftur er komin í skotlinjuna.

 
Hesuferð er tað formaðurin í Tjóðveldinum, sum hevur snákað eitt uppskot til valskipan.
 
Hann ætlar, at vendast skal aftur til tey illa gitnu sjey valdømini, sum í mong ár skerdu føroyska fólkaræðið.
 
Við øðrum orðum: politikarar - ikki fólkið – skulu, meira og minni, gera av, hvørji skulu veljast í føroyska tjóðartingið.
 
Vandi á ferð
Ongin má ivast í, at stórur vandi er á ferð.
 
Eitt er, at ein listinlærdur formaður í einum flokki, ið hevur mist undirtøku frá veljarum, vil sleppa at broyta valskipanina til floksins fyrimun.
 
Annað er, at lagt verður upp til at skerja fólkaræðið í okkara landi. Rætturin til at velja frítt skal takast frá føroyingum.
 
Slíkt má ikki henda í einum landi við fólkastýri, og allar demokratiskar kreftir mugu standa ímóti slíkum.
 
Eitt valdømi fyri allar føroyingar
Hóast verandi, fría valskipan verður sett í ringt ljós, so er veruleikin, at skipanin við tí eina valdøminum sum heild hevur hepnast væl. Flestu veljarar munnu taka væl undir við henni.
 
Her eru týðandi fyrimunirnir, ið verða tagdir burtur: 

  • Føroyski veljarin er settur fullkomiliga fríur til at velja flokkar ella persónar, líka mikið hvar í landinum tey stilla upp.
  • Spennitroyggjan, har ið veljarin ikki slapp út um sítt egna valdømi við atkvøðu síni, og enntá ikki slapp at velja frítt í sínum egna valdømi, er burtur.
  • Ein atkvøða er nú ein atkvøða - í mun til fyrr, tá ið summar atkvøður fingu størri ávirkan enn aðrar.
  • Flokkar uppliva ikki longur ta órættvísu støðu og tilvildina, sum var í gomlu skipanini, nevniliga at ein flokkur kann gerast størstur í tingmannatali, hóast hann ikki er størstur í atkvøðutali.
  • Fleiri kvinnur eru komnar á ting, og vónandi eru fleiri á veg

Í grundini eru hetta demokratiskar landvinningar, ið vit sum luttakarar í føroyska demokratiinum kunnu fegnast um.
 
Verja fólkið móti valdsharrum
Royndirnar frá gomlu, ótíðarhóskandi skipanini vísa, at valdømisskipanir eru amboð hjá politikarum til at stýra veljarafjøldini.
 
Tí er tað ómetaliga vandamikið, at politikarar ætla at venda aftur til eina skipan við valdømum og harvið taka fría og demokratiska valið frá fólkinum.
 
Vit eru helst komin hagar til, at fólkið má verja seg ímóti politikarum, ið vilja taka sær vald, sum teir onki eiga í.
 
Valskipanin er ikki til fyri politikarar.
 
Hon er til fyri fólkið.
 
 
Edmund Joensen