Í morgin, 24. mars 2015 kl. 12.00 (FØ-tíð), er spurnartími í Fólkatinginum, har ið Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fer at seta forsætisráðharranum munnligan fyrispurning.
Spurnartímin verður sjónvarpaður á heimasíðu Fólkatingsins á hesi slóð: http://www.ft.dk/webTV/Direkte.aspx
Hósdagin er fólkatingsmaðurin við á kjakfundi, sum MFS skipar fyri á Norðurbryggjuni. Heitið er "Russisk Roulette: eitt spæl fyri Føroyar?" um viðurskiftini millum Føroyar og Russland.