25. november 2020
Føroyingar skulu ikki longur bíða eftir implementeringini av MitID, sum er avloysarin hjá NemID, fyri veruliga at fáa gagn av einum donskum CPR-nummarið. Sosial- og innlendismálaráðharri Astrid Krag hevur boðað frá, at ein loysn er ávegis.
Í spurnartíma við forsætisráðharra Mette Frederiksen, 10. november, vísti Magnus Rasmussen, sum tá var varafólk fyri Edmund Joensen, á ein trupulleika, nú føroyingar, sum búgva í Føroyum, fáa møguleikan at útvega sær eitt danskt CPR-nummar.
Fyri at CPR-nummarið veruliga skal vera gagnligt, er tað nevniliga eisini neyðugt við einum elektroniskum ID, NemID. Og í lógaruppskotinum stendur, at tað ikki er gjørligt hjá føroyingum at útvega sær elektroniskt ID, fyrr enn nýggja danska ID-skipanin MitID er implementerað einaferð í 2021.
Sum flestum kunnugt hava nýggjar KT-skipanir lyndi til at gerast seinkaðar av ymsum orsøkum, og útlitini til at føroyingar veruliga fáa gleði av einum donskum CPR-nummari, kunnu tí gerast drúgv. Í ringasta føri kann tað ganga heilt upp til eitt ár, áðrenn nýggja danska CPR-nummarið kann nýtast hjá føroyingum.
Magnus Rasmussen spurdi tí forsætisráðharran, um hon var fús at finna eina loysn upp á hendan trupulleikan. Tað var hon, og nú er loysnin á veg.
Sosial- og innlendismálaráðharri Astrid Krag hevur júst boðað frá, at sosial- og innlendismálaráðið arbeiðir upp á eina loysn, soleiðis at føroyingar longu frá byrjanini av 2021 kunnu útvega sær NemID og veruliga fáa gleði av tí danska CPR-nummarinum frá byrjan av.
Sí útgreiningina av trupulleikanum og svar frá Astrid Krag her.