07. desember 2020
Við veitanini frá donsku stjórnini upp á 1,5 mió. krónur á fíggjarlógini, eftir umboðan frá Sambandsflokkinum, kemur nú veruliga gongd í málinum um at betra fysisku karmarnar hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Tað er harðliga tiltrongt.
Kriminalforsorgin hevur leingi ynskt sær tað betri, og landsstýrið hevur samskift við bæði forsætisráðharra Mette Frederiksen og løgmálaráðharra Nick Hækkerup um tað. Føroyskir varðhaldsfangar, og fangar sum avsona fongsulsrevsing, hava ikki somu umstøður ella rættindi, sum samsvarandi í Danmark og Grønlandi.
Men nú kemur endiliga gongd í málinum. Eftir umboðan frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi eru 1,5 mió. kr. settar av á fíggjarlógini til at kanna, hvussu umstøðurnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum kunnu betrast. Kriminalforsorgin er ríkismál, og tí er tað danska stjórnin, ið fíggjar arbeiðið.
Munur á rættindum
Í arrestini í Mjørkadali sita ung inni saman við teimum eldru. Arrestin og varðhaldið er ikki skilt at, og tey, ið sita inni, hava ikki møguleika fyri at fara til arbeiðis ella at luttaka í øðrum sosialum virksemi, sum tey annars í nógvum førum hava rætt til, tí eingin almenn farleið er til Mjørkadals. Avbyrgda staðsetingin í Mjørkadali er harumframt ein avbjóðing fyri bæði starvsfólk og tey sum sita inni, serliga tá veðrið er ringt. Hetta eru dømir, sum tey ið arbeiða í Kriminalforsorgini og eisini Amnesty International hava víst á.
Við øðrum orðum eru fysisku karmarnir hjá kriminalforsorgini í Føroyum als ikki nøktandi.
- Kriminalforsorgin hevur leingi ynskt sær betri umstøður, og av tí, at Kriminalforsorgin er eitt ríkismál, má peningurin til hetta málið koma úr Danmark. Eg vóni, at tað førir við sær, at føroyingar fáa líka góð fongsulskor, sum tey hava í Danmark, og sum tey eisini hava fingið í Grønlandi við spildurnýggja fongslinum. Nú verður í fyrsta umfari gjørd ein kanning av fysisku umstøðunum, og so verða tað tilmælini frá tí kanningini, sum koma at avgera, hvussu betrast kann um umstøðurnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum. Nú er í øllum førum gongd komin á málið, og tað gleðir meg sera nógv, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Átakið merkir, at ein kanning av fysisku karmunum hjá Kriminalforsorgini í Føroyum verður gjørd í 2021. Úrslitini frá hesi kanning verða partur av fyrireikingunum til eina komandi fleiráraavtalu frá 2022 og fram.