17. februar 2015

IKKI RÆTT Virðið á føroyska útflutninginum kann meira enn tvífaldast

Føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann – varliga mett – økjast upp í 12 milliardir krónur, um handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari, og fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur. Tað vísir ein analysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt


Nýggjar inntøkur í milliardaklassanum til føroyska samfelagið kunnu fáast burtur úr tí, sum Føroyar í dag fiska og útflyta.
 
Treytin er, at atgongdin til europeiska marknaðin gerst fríari, og at fyritøkur tí kunnu leggja seg eftir virðisøking við at tilvirka fiskin, sum í dag fyri størstan part verður seldur óvirkaður, tvs. heilur ella sum flak.
 
Hetta er ein høvuðstáttur í einari nýggjari analysu, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt.
 
Stór perspektiv
Útflutningsvirði Føroya er methøgt, uppi á uml. seks milliardum krónum. Sjálvur havi eg tó aftur og aftur havt á lofti, at potentialið í fiskivinnuni eigur at vera munandi størri, og nýggja analysan dokumenterar, at so er.
 
Konservativt mett kann føroyski fiskaútflutningurin tvífaldast og harvið økjast upp í 12 milliardir krónur – væl at merkja við somu nøgdum sum nú.
Búskaparliga og vinnuliga eru perspektivini ómetaliga áhugaverd – ikki minst nú, ið politisku flokkarnir tala um at nýskipa fiskivinnuna.
 
Holland og Danmark fáa meira burtur úr fiskinum

Bogi Eliasen, cand.scient.pol., arbeiðir í hesum døgum – vegna Sambandsflokkin á Christiansborg – við einari greining, ið skal geva eina mynd av, hvussu føroyska fiskivinnan kann skipast í framtíðini. 

Hetta arbeiðið verður liðugt í næstum, og analysan av útflutningsvirðinum, sum eg nevni í hesi grein, er partur av tí arbeiðinum.
 
Føroyar verða í analysuni samanbornar við Holland og Danmark, og samanberingin er sera forvitnislig.
 
Tað vísir seg, at hóast hollendska havøkið bert er uml. ein fjórðing av tí føroyska, og sjálvt um hollendingar í nøgd fiska ein triðing minni enn føroyingar, so hevur hollendski fiskaútflutningurin tríggjar ferðir størri virði enn tann føroyski!
 
Og hóast danska havøkið ikki røkkur helvtina av tí føroyska, og sjálvt um føroyingar fiska størri nøgdir enn danir, so útflytir Danmark fisk fyri eitt virði, ið er hálva fjórðu ferðir størri enn útflutningsvirði Føroya!
 
Bert hesi fáu fakta benda á, at vit í Føroyum fáa alt, alt ov lítið burtur úr fiskatilfeinginum. Ella sagt øðrvísi: meiri má kunna fáast burturúr her hjá okkum.
 
Her eru nøkur av teimum forvitnisligu lyklatølunum í samanberingini millum Holland, Danmark og Føroyar: 
 

 Havøkið   Fiskað í egnum havøki  Virðið á útflutninginum í 2013

 Holland

 63.912 km2

 391.198 tons [1] (2012)

 Kr. 19,5 milliardir [2]

 Danmark
 107.579 km2  536.220 tons (2012)  Kr. 21,5 milliardir
 Føroyar
 269.886 km2

 606.700 tons [3]  (2013)

 417.011 tons (2012)

 Kr. 5,8 milliardir

 Kr. 5 milliardir (2012)

 
Keypa nógvan fisk til útflutnings
Lyklatølini í talvuni siga søguna um, at Føroyar tíverri eru eftirbátur og forvinna ov lítið sammett við Holland og Danmark.
 
Í 2013 útfluttu Holland og Danmark fyri ávíkavist 19,5 og 21,5 mia. kr., meðan fiskivinnutjóðin Føroyar – við sínum stóra fiskiríkidømi og havøki – útflutti fyri 5,8 mia. kr.
 
Hví fáa Holland og Danmark so væl burturúr búskaparliga?

Týðandi partur av frágreiðingini er, at londini eru við í evropeiska fríhandilsøkinum. Har er lønandi hjá hollendingum og dønum at virka fiskin og soleiðis skapa eitt meirvirði, umframt arbeiðspláss og fleiri skattainntøkur til statskassarnar.
 
Bæði Holland og Danmark innflyta fisk – við lágum ella ongum tolli – til virkingar, og síðani útflyta londini virðisøkt – og tollfrí – produkt til kundar í øðrum europeiskum londum.
 
Uml. 25 prosent av fiskaútflutningi Hollands eru framleidd úr hollendskt veiddum fiski, og hini 75 prosentini eru úr innfluttum fiski.[4]
 
Danska søgan líkist teirri hollendsku, tí innflutti fiskurin fyllir nógv í framleiðsluni og harvið eisini í meirvirðinum, ið fæst burturúr, tá selt verður á ES-marknaðinum. Danmark innflytur t.d. nógvan fisk úr Noreg, Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Eyðsæð er, at serliga Holland hevur fyrimun av at verða ein depil fyri vøruflutning í Europa og heiminum.
 
Rávøra ella tilvirkað vøra?
Í Føroyum útflyta vit góð 85 prosent av fiskinum heilan ella sum flak. Sostatt eru Føroyar framvegis – og hava verið tað líka síðani 1800-árini – rávøruleverandørur til Europa.
 
Í Hollandi eru uml. 37 prosent av útflutninginum tilvirkað vøra, og í Danmark er á leið helvtin av fiskaútflutninginum vøra, ið er tilvirkað. 
 
Her er tað, at hini bæði londini fara framum, tí munur er á prísi.
 
Donsku tølini vísa, at meðalprísurin á ikki-tilvirkaðari vøru er kr. 19,68 pr. kilo. Tilgjørd vøra afturímóti hevur ein miðalprís á kr. 42,21 pr. kilo. [5] Í báðum førum er talan um fisk til matnað.
 
Vinnufyritøkurnar í báðum londunum kunnu arbeiða við at menna nýggjar vørur, tí tær vita, at tollfrí atgongd er til allan ES marknaðin. Tølini vísa tí eisini, at 85 prosent av danska útflutninginum av fiski fer á ES-marknaðin.
 
Soleiðis tvífalda vit útflutningsvirði Føroya
Øll analysan vísir, at størsti meinbogi og forðing fyri menning av føroysku fiskivinnuni er tann manglandi ella mangulfulla atgongdin til europeiska marknaðin.
 
Tá ES-tollmúrurin er niðurlagaður ella heilt burtur, fer tað veruliga at løna seg at tilvirka fiskavørur í Føroyum. Eitt dømi um hetta er, at ein føroysk fyritøka longu hevur keypt eitt virki í Týsklandi – innan fyri tillmúrin – so tilvirking kann gerast har heldur enn í Føroyum.
 
Lat okkum tó til stuttleika taka fram konservativu metingina í analysuni, ið tekur støði í, at handilsviðurskiftini við ES batna, so at føroyskar fyritøkur koma í líknandi støðu sum hollendskar og danskar.
 
Talvan niðriundir vísir, at tá hollendsku og donsku tølini verða sett í ein føroyskan samanhang, klára Føroyar at økja virðið á sínum útflutningi munandi.
 
Konservativt seta vit føroysku útflutningsnøgdina at verða 400.000 tons, og vit seta danska miðal kiloprísin á, við teirri fortreyt, at helvtin av fiskinum verður seldur tilvirkaður og helvtin ótilvirkaður. 

Miðalprísurin í 2013 var 42,21 kr. fyri tilvirkaðar vørur og fyri ótilvirkaðar var hann 19,68 kr. pr kilo. 

Undir hesum umstøðum hevði útflutningsvirðið sæð soleiðis út:
 

   Ótilvirkað  Tilvirkað
 Nøgd  200.000 tons  200.000 tons
 DKK pr. kg.  19,68  42,41
 Virði í DKK  3,9 milliardir kr.  8,4 milliardir kr.

 
Vit síggja í talvuni, at um Føroyar høvdu tilvirkað helvtina av fiskinum, so meira enn tvífaldast útflutningsvirðið!
 
Alt upp á land í Føroyum
Her má tað týdningarmikla leggjast afturat, at tølini omanfyri eru bert grundað á tann fiskin, ið føroyingar sjálvir fiska.
 
Afturat hesum kemur møguleikin at keypa fisk, tilvirka hann og selja hann víðari inn á europeiska marknaðin – líka sum hollendingar og danir gera.
 
Treytin er tó alla tíðina, at Føroyar hava somu atgongd til marknaðin sum t.d. Holland og Danmark.
 
Hetta fer at seta Føroyar í ta hepnu støðu sum fyrsta havn í Europa, í Útnorði. Tá fáa vit útnyttað geografisku støðuna, tí Føroyar liggja væl fyri á siglingarleiðum, og møguleikin at gerast ein tilfeingisdepil er til staðar.
 
Alt fiskatilfeingi, sum Føroyar eiga, má upp á land her hjá okkum, og fiskurin skal tilvirkast munandi meira enn í dag.
 
Fiskivinnureformur: vit mugu hugsa um samfelagið Føroyar
Orsøkin til at Sambandsflokkurin á Christiansborg velur at almannakunngera analysuna um útflutningsvirðið júst nú, er m.a., at politisku flokkarnir í hesum døgum tala saman um at nýskipa fiskivinnuna.
 
Mær tykir, at møguleikarnir í hesi analysuni – hetta, at virðið á fiskaeksportinum í øllum førum kann tvífaldast – má vera grundarlagið undir fiskivinnureforminum.
 
Man kann spyrja: nyttar tað nakað at tingast um fiskidagar, kvotur, tilfeingisgjald og uppboðssølu, um vit ikki frammanundan greitt siga, hvat ið samfelagið Føroyar vil við fiskivinnuni? 

Her er so ómetaliga sjónligt, at marknaðaratgongdin er avgerandi, og tað er ikki smáting at taka avgerðir um eitt meirvirði á seks milliardir krónur.
 
Fram um alt má ein fiskivinnureformur vera til gagns fyri Føroya land og alt samfelagið her hjá okkum. Føroyingar skulu kenna ágóðan í einum sosial-liberalum politikki, har ið ein frí vinna í rímiligan mun er við til at fíggja rakstur og vælferð í landinum.
 
Samanum tikið síggja vit, at nýggjar inntøkur í milliardaklassanum til føroyska samfelagið kunnu fáast burtur, og hetta eigur at vera útgangsstøðið fyri tilrættaleggingina av fiskivinnuni í framtíðini.
 
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
[1] http://appsso.eurostat.ec.europa.eu/nui/show.do?dataset=fish_pr_00&lang=enEurostat  (tøl 2012)
[2] http://statline.cbs.nl/Statweb/publication/?VW=T&DM=SLEN&PA=7137eng&D1=0-2&D2=14-16,18&D3=0-2&D4=155,181,207,233&HD=150210-0835&LA=EN&HDR=T,G2&STB=G1,G3
[3] http://www.stm.dk/multimedia/Beretning_2014_PDF1.pdf s. 51 Fyri 2012 er veiðan í Føroyum 417.011 tons
[4] http://www.dutchfish.nl/uk/default.asp
[5] http://webfd.fd.dk/info/sjle3/fsa_bog2013/Fiskeristatistisk.pdf s. 168