Flestu lond í Europa fyrireika seg til versnandi vælferð, og í Norðurlondum verður talað um, at sonevnda "norðurlendska modellið" er í vanda.
Í mong áratíggju hevur hesin norðurlendski leistur tryggjað øllum borgarum sama rætt til vælferðartænastur. Øll hava t.d. krav uppá ókeypis sjúkraviðgerð, skúlagongd og rætt til sosialhjálp, um tørvur er á slíkari - bert fyri at nevna nøkur fá grundleggjandi rættindi.
Nú verður spurnartekin tó sett við okkara norðurlendska máta at veita øllum vælferð uppá, eisini í Føroyum.
Fleiri brúkarar og færri gjaldarar
Høvuðsmyndin er henda: fólk liva longri enn áður, og tað ber í sær, at vit gerast støðugt fleiri eldri, og tørvurin á vælferð og vælferðartænastum (pensjón, sjúkraviðgerð, røkt o.s.fr.) fer at økjast í stórum. Samstundis minkar talið av borgarum í arbeiðsførum aldri, sum skulu gjalda fyri vælferðina.
Tí viknar fíggjarligi grundvøllurin undir vælferðarskipanum sum ongantíð áður.
Samstundis eru flestu lond í Europa í búskaparligari og fíggjarligari trongstøðu eftir heimsfevnandi kreppuna og fylgjurnar av henni.
Hetta ber alt í sær, at vælferðarsamfeløg, sum vit kenna tey, tykjast ridla.
Føroysk vælferð undir hørðum trýsti
Her heima er støðan álvarslig, og okkara vælferðarsamfelag er kroyst. Tað merkir, at vit øll sum brúkarar av vælferð standa framman fyri stórum avbjóðingum.
Tíverri hevur sitandi landsstýri ikki verið ført fyri at fremja reformar, sum kunnu útvega fleiri pengar til vælferð.
Einasta "avrik" er at venda skatting av pensjónum á høvdið. Hetta er ikki ein reformur, so sum Fólkaflokkurin roynir at billa føroyingum inn. Nei, hetta er ein smart høgravíðgongd fidus, sum ikki hevur haldføri inn í framtíðina, tá ið pengar fara at mangla á vælferðarbudgettinum. Tá eru týðandi pensjónsinntøkur futtaðar av.
Avleiðingin av manglandi reformum er, at vælferðin longu nú er í afturgongd:
- Arbeiðsloysisskipanin er versnað
- Sjálvt á spildurnýggjum røktarheimum hava gomul og veik óvirðiligar umstøður, tí hjálpandi hendur verða spardar burtur
- Sjúkrahúsverkið er latið í trongastu spennitroyggju við víðfevndum fíggjarligum niðurskurði
- Sjúkraviðgerðir verða "heimtiknar", og kvaliteturin versnar - nýggjasta dømið er viðgerðin fyri prostatakrabba
- Trongligt er at finna pengar til at keypa nýggjan og effektivan heilivág
- Leiðslan á Landssjúkrahúsinum er farin at tosa um brúkaragjøld
- Leiðslan á Psykiatriska Deplinum hevur lagt frá sær orsakað av niðurlaging
- Í áravís hevur fólkapensjónin staðið í stað, og nú er lagt upp til at skerja hana og at hækka pensjónsaldurin
Og so framvegis
Politikarar flyta fokus
Jú, sanniliga er føroyska vælferðarsamfelagið undir trýsti, og hetta trýst økist í komandi tíðum.
Okkara samfelag livir framvegis upp á lánta vælferð. Kaldi veruleikin er, at tað verður sera trongligt á komandi løgtingsfíggjarlógum, tá ið undirskot skulu fáast burtur, og Føroyar skulu byrja at gjalda milliardaskuldina niður.
Øll í politisku skipanini vita, at vælferðin verður kroyst, men nú tað stundar til val, vil ongin taka hetta upp á tungu.
Øðrumegin standa tey, sum fokusera á løtumyndir í hagtølum og greiða frá, hvussu ómetaliga væl tað stendur til í Føroyum.
Hinumegin eru tey, sum rópa eftir ófíggjaðum pengum til vælferð og samstundis vilja skrúva niður fyri vælferðarfígging í Ríkisfelagsskapinum.
Tað undrar ongan, at tvíburðaflokkarnir - Tjóðveldi og Framsókn - rópa harðast. Tað óvæntaða er, at Javnaðarflokkurin er uppi í kórinum.
Ongin hevur nakað veruligt boð uppá, hvussu føroyingum frameftir skal tryggjast vælferð á høgum stigi.
Sosiala kontraktin er galdandi
Vit mongu, sum ganga fult inn fyri Ríkisfelagsskapin, kenna gongdu leiðina úr høgravíðgongdari sonevndari discount-vælferð.
Vit vilja hava reformar framdar í Føroyum, sum kunnu útvega egna fígging til egna vælferð. Men vit vilja sanniliga eisini krevja okkara rætt sum ríkisborgarar.
Líka síðani Heimastýrið kom í gildi í 1948, hava Føroyar og Danmark havt eitt slag av sosialari kontrakt. Hon hevur tryggjað, at vælferðin her heima skuldi vera á leið á sama støðið sum í Danmark. Tað sama hevur verið galdandi fyri Grønland.
Stýrið hjá fullveldisgørpum í Føroyum seinast í 1990-unum og fyrst í 2000-árunum, vildi tó ikki vita av vælferðarsamstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Teir yvirtóku og skeiklaðu vælferðarøkir uttan at hava nakra veruliga fígging at seta í staðin, og allar veitingar í Ríkinum skuldu steðgast í einari "skiftistíð" fram móti fullveldinum, sum tíbetur ongantíð kom.
Sum fólkatingsmaður spurdi eg í Fólkatinginum týsdagin 2. desember 2014 forsætisráðharran eftir teirri sosialu avtaluni.
Helle Thorning-Schmidt segði soleiðis, tá ið hon varð spurd, hví felags vælferðarøkir í Ríkisfelagsskapinum ikki eru á sama støði sum í Danmark:
"Når et område ikke er overtaget, så skal vi sikre en passende standard på de områder, både i Grønland og på Færøerne, der svarer til den standard, vi har i Danmark. Og det er vel egentlig en god måde at tænke det her på, at standarderne er de samme på de områder, der ikke er overtaget. Hvis så et område bliver overtaget af Færøerne eller Grønland, så bliver det de standarder, man selv lægger for de her områder. Men så længe et område ikke er overtaget, så er det vores pligt at sikre, at standarderne er stort set de samme i hele Rigsfællesskabet".
Krevja okkara rætt
Man má siga, at hetta er ein markant staðfesting frá einum stjórnarleiðara.
Sosiala avtalan hevur, út frá útsøgn forsætisráðharrans, framvegis gildi, tá ið tað snýr seg um heilsuverkið, serforsorgina og pensjónir. Hetta eru felags mál í Ríkisfelagsskapinum.
Nú ræður um, at føroyingar krevja sín sjálvsagda rætt í Ríkinum. Tað er sunn fornuft.
Alternativið er, at vælferðin versnar, og at livifóturin í Føroyum, sum longu er uml. 30 % undir tí danska, heldur fram at lækka.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin