Ikki færri enn átta býir og bygdir kunnu í dag og komandi dagarnar vænta sær forkunnuga bókavitjan, nú Edmund Joensen, fólkatingsmaður, er farin á ferð kring alt landið við nýggju bók síni, "Okkara maður á Christiansborg".
- Bókaútgávan er eitt gott høvi at hitta fólk, og eg má siga, at eg gleði meg at koma út um alt landið, sigur Edmund Joensen, ið fer at leggja bókina fram og at signera bøkur til teirra, ið hava hug at ogna sær bókina.
"Okkara maður á Christiansborg" er bókin, sum tekur lesaran aftur um politiska leiktjaldið og sigur nakað um føroyskan politikk og onnur mál á Fólkatingi og her heima. Í bókini eru persónligar upplivingar og frásagnir, umframt eitt breitt úrval av góðum litmyndum.
Tiltøkini eru almenn og øll eru hjartaliga vælkomin.
Lagt er soleiðis til rættis, at nú í dag (fríggjadagin 7. nov. kl. 16.30) verður bókaframløga og signering av bókini í Beitishúsinum í Miðvági.
Síðani verður hildið fram alt vikuskiftið og komandi dagarnar á hesum støðum:
Runavík:
Leygardagin 8. nov. kl 11.00 á bókasavninum.
Klaksvík:
Leygardagin 8. nov. kl 15.00 í Miðstovu.
Heima á Sandi:
Sunnudagin 9. nov. kl. 16.30 á bókasavninum.
Vágur:
Leygardagin 15. nov. kl. 11.00 í Stóra Pakkhúsi.
Porkeri:
Leygardagin 15. nov. kl. 14.30 í Húsinum við á.
Tvøroyri:
Leygardagin 15. nov. kl. 19.00 á Seglloftinum.
Hvalba:
Sunnudagin 16. nov. kl. 14.30 í skúlanum.