07. november 2014

Edmund Joensen hevur bókaframløgu í Miðvági í dag

Bókin "Okkara maður á Christiansborg" verður løgd fram og signerað í Beitishúsinum í Miðvági í dag kl. 16.30

Vágafólk hava seinnapartin í dag høvi at frætta meira um og at ogna sær nýggju bókina hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni.
 

Bókin, sum kom út í gjár, tekur lesaran aftur um politiska tjaldið á Christiansborg og her heima í Føroyum.

 

Fólkatingsmaðurin leggur bókina fram í dag kl. 16.30 í Beitishúsinum í Miðvági, har ið fólk eisini hava høvi at ogna sær bókina signeraða.

 

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

 

Nógv fólk tóku væl móti bókini í gjár, tá ið hon varð løgd fram í Havn og á Oyrarbakka.