12. oktober 2014

Føroyingar í Danmark fáa barnapengar afturvirkandi

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Mistakið, sum rakti føroyingar í 2012, tá ið reglurnar um barnapengar vórðu herdar, verður nú rættað við afturvirkandi megi

- Hetta eru sera góð tíðindi, sum vísa, at ríkisborgararætturin verður virdur.

 

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 
Viðmerking hansara kemur, nú danska stjórnin hevur sett fram nýtt lógaruppskot. Tað ber í sær, at føroyingar og grønlendingar, sum í 2012 fluttu til Danmarkar, og vórðu avskornir frá at fáa barnapengar o.a. veitingar, nú kunnu fáa sínar pengar kortini.
 
- Pengarnir skulu útgjaldast afturvirkandi. Tað er ein náttúrlig avleiðing av, at stjórnin tann 5. mars í ár alment mátti ásanna, at kravið frá Sambandsflokkinum á Christiansborg mátti gangast á møti. Nú er lóggávan løgd fram, og tað eri eg nøgdur við, staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
 
Tvey mistøk
Forsøgan er í stuttum, at pr. 1. januar 2012 herdi táverandi danska stjórnin atgongdina til at fáa barnapengar o.a. veitingar við einum sonevndum "upptjeningsprinsippi". Av misgáum blivu danskir ríkisborgarar úr Føroyum og Grønlandi raktir av herdu reglunum. Tað bar í sær, at alt árið 2012 vórðu føroyingar, ið fluttu til Danmarkar, av órøttum avskornir frá at fáa barnapengar o.l. veitingar.
 
Lóggávan varð broytt frá 1. januar 2013, so at allir ES-borgarar fingu rætt til barnapengar, við afturvirkandi megi. Her varð enn eitt mistak gjørt, hesaferð frá verandi stjórn. Enn eina ferð vórðu føroyingar og grønlendingar gloymdir. Teir fingu onki afturvirkandi, eins og ES-borgarar fingu.
 
Trýst frá Sambandsflokkinum og IA
Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur støðugt - í fólkatingssalinum, í danskari pressu og við einari røð av skrivligum spurningum - kravt av skattamálaráðharranum, at hetta skuldi rættast.
Harumframt hevur flokkurin kannað møguleikan fyri at fara í rættin við málinum.
 
Sara Olsvig úr Inuit Ataqatigiit hevur somuleiðis strongt á ráðharran í hesum máli.
 
Nú rættar Skattamálaráðið loksins feilirnar.
 
Sostatt hava føroyingar og grønlendingar, sum áttu at fingið barnapengar ("Børne- og ungeydelse" og/ella veitingar eftir "Børnetilskudsloven") í 2012, nú rætt til at fáa málið uppafturtikið.
 
Tilsamans fer hetta at kosta stjórnini uml. 7 mió. kr.
 
Leinkjur:
 
Samandráttur av nýggja lógaruppskotinum:
http://www.ft.dk/samling/20141/almdel/sau/bilag/5/1407921.pdf
 
Video: Edmund Joensen umhugsar at stevna donsku stjórnini:
http://aktuelt.fo/edmund+joensen+umhugsar+at+stevna+donsku+stjornini.html
 
MetroXpress 5. mars 2014, har skattamálaráðharrin ásannar, at kravið um afturvirkandi útgjald má gangast á møti:
https://www.facebook.com/photo.php?fbid=680493552014737&set=pcb.680495835347842&type=1&theater
http://www.mx.dk/nyheder/danmark/story/23868124
 
Svar frá Skattamálaráðnum til Edmund Joensen 17. mars 2014:
http://www.eu-oplysningen.dk/dokumenter/ft/paragraf_20/samling/2013_2014/1100/
 
Nýggja lógaruppskotið:
http://www.ft.dk/samling/20141/almdel/sau/bilag/5/index.htm