08. oktober 2014

Landsstýrisfólk mugu virða frítt og opið orðaskifti

Tað er náttúrligt, at ein forsætisráðharri sigur sína hugsan um yvirskipaðu støðuna í Føroyum og Grønlandi

Landsstýriskvinna Fólkafloksins, Annika Olsen, vil sleppa at rættleiða forsætisráðharran, Helle Thorning-Schmidt.

 
Hví?
 
Jú, tí forsætisráðharrin í setanarrøðu síni í Fólkatinginum hevur sagt tað, sum øll vita:
 
"Føroyar og Grønland hava stórar búskaparligar avbjóðingar. Fleiri eldri. Færri til at arbeiða. Brúk er fyri nýggjum inntøkum. Og fyri nýskipanum, ið kunnu tryggja haldførið í búskapinum", segði forsætisráðharrin.
 
Hetta er fakta. Hetta er tað, sum t.d. Búskaparráðið hevur sagt aftur og aftur. Somuleiðis Tjóðbanki okkara í nýggjastu frágreiðing sínari. Hetta er tað, sum er neyðugt. Og so er tað líka mikið, hvør ið sigur hesar sannleikar.
 
Tað er ikki mín uppgáva at verja eina sosialdemokratiska stjórn. Tó vil eg til eina og hvørja tíð verja rættin hjá øllum borgarum - eisini politikarum - til at siga sína hugsan. Tað er sjálvur krumtappurin í fólkaræðinum.
 
Hetta, at ein forsætisráðharri sigur sína hugsan um yvirskipaðu støðuna í Føroyum og Grønlandi, er ikki annað enn náttúrligt. Ger ráðharrin ikki tað, so forsømur hann sína skyldu sum forsætisráðharri.
 
Helst er tann annars so skilagóða landsstýriskvinnan lopin framav, tí ongin má forða tí fría og opna orðaskiftinum, sum brúk er fyri - eisini í ríkisfelagsskapinum.
 
Landsstýrisfólk eiga tvørturímóti at berjast fyri talufrælsinum hjá øllum.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin